@VISITFAROEISLANDS INSTAMEET
Visit Faroe Islands skipar fyri einum Instagram Instameet, sum verður hildið leyardagin, 3. oktober við Gjógv.
Hugsanin við einum Instameet er, at fólk hittast fyri at taka myndir, møta nýggjum fólkum og geva hvørjum øðrum íblástur. 3. oktober vera fleiri enn 1.000 Instameets hildin í yvir 70 ymiskum londum. Instagram hevur fleiri enn 300 milliónir brúkarar, og er tann sosiali miðilin, sum veksur skjótast í løtuni.
Tríggir heimskendir Instagrammarar úr London (@zobolondon), USA (@twheat) og Keypmannahavn (@youngmeerim) koma til Føroyar at luttaka.
Tiltakið er eitt frálíkt høvi at vísa Føroyar við myndum úr ymiskum sjónarhornum. Tú noyðist ikki at vera eitt myndafólk við royndum fyri at luttaka – ein og hvør er vælkomin.
Fleiri og fleiri føroyingar eru at finna á Instagram, og hetta er eitt frálíkt høvi hjá fólki at hittast fyri at taka myndir og hava tað stuttligt saman, samstundis sum fólk uttanlands fáa meira kunnleika til okkara land,” sigur Bárður Eklund, digital marketing manager hjá Visit Faroe Islands.
HEIMSUMFATANDI INSTAMEET
Instameet í Føroyum verður hildið sama vikuskifti sum Worldwide Instameet Weekend 12 hjá Instagram.
TILMELDING
Tey, sum vilja luttaka, vera biðin um at melda seg til tiltakið á Facebook síðuni hjá Visit Faroe Islands, undir Event: https://www.facebook.com/events/1635427183367120/.
Bussur koyrir til Gjógv frá skrivstovuni hjá Visit Faroe Islands (í Gongini 9, Tórshavn) leygardagin, 3 oktober kl. 13.30.
Møguleiki er eisini at hittast við gistingarhúsið við Gjógv kl. 15.
Tagga tínar myndir á Instagram við @visitfaroeislands, #WWIM12 og #WWIM12FaroeIslands.