SHEEP VIEW VUNNIÐ GOLDEN LIONS HEIÐURSLØN Á CANNES FESTIVALINUM
Sheep View átakið, sum Atlantic Airways og Visit Faroe Islands stóðu fyri, heldur áfram at fáa altjóða viðurkenning. Hesaferð er talan um tað størsta, ein kann vinna innan marknaðarføring yvirhøvur, nevniliga Golden Lions heiðurslønir á Cannes Festival of Creativity. Í gjárkvøldið vann Sheep View vann eina Golden Lion heiðursløn og eina silvur heiðursløn innan PR, umframt at átakið er tilnevnt tvær aðrar heiðurslønir.
“Tað er ein fantastiskt kensla at vita, at Sheep View átakið hevur rokkið sínum endamáli, sum fyrst og fremst var at spreiða kunnleika um okkara lítla land til umheimin. Átakið hevur veruliga sett sjóneykuna á Føroyar sum ferðamál, og vit gleðast um, at hetta hevur givið úrslit innan ferðavinnuna í Føroyum,” sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.
Fleiri enn 41.000 umsóknir eru lætnar inn til Cannes Lions. Heiðurslønarhandanirnar verða hildnar í Cannes í suður Frakland alla vikuna.
“At vinna eina Golden Lion heiðurløn og at verða tilnevnd til fleiri aðrar heiðurslønir er nokk meira enn ein torir at droyma um. Hetta er ein stórur heiður og vit fegnast almikið um, at átakið eydnaðist so væl, sum tað gjørdi,” sigur Árni G. Olsen, sølu- og marknaðarstjóri á Atlantic Airways.
Umframt Cannes Lions heiðurlønina, hevur Sheep View átakið frammanundan vunnið ymiskar heiðurslønir á World Media Awards, Danish Digital Awards, Epica Awards og Vega Awards, umframt føroyskar heiðurslønir á Vinnudegnum 2016 og frá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk.
Mett verður, at Sheep View átakið hevði yvir 2 mia. eksponeringar og eitt PR-virði á umleið 300 mió. krónur.
Sheep View átakið er ment saman við lýsingafyritøkunum Sansir úr Føroyum og Liquid Minds úr Danmark.