FYRILESTRARØÐ: FERÐAVINNA OG FØROYSKAR MATVØRUR

Í vetur skipa Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fyri eini fyrilestrarøð um burðardygga matgerð í ferðavinnuni. Fyrilestrarnir eru ætlaðir starvsfólki í ferðavinnuni, og endamálið er at geva veitarum íblástur til at menna fleiri burðardyggar loysnir innan matgerð.

Tiltakið Ferðavinna og føroyskar matvørur verður hósdagin 17. februar á Hotel Brandan kl. 13:00-16:30. Á skránni eru áhugaverdir fyrilestrar við m.a. norðurlendskum gestarøðarum, ið greiða frá sínum royndum og servitan at nýta rávørur úr nærumhvørvinum og fyrimunirnar hetta hevur við sær í mun til umhvørvi og góðsku. Vit fara at viðgera, hvussu ferðavinnan í Føroyum kann ganga undan í arbeiðinum at menna og gagnnýta føroyskar rávørur til gagns fyri okkum øll. Høvuðsdentur verður lagdur á tætta sambandið millum matframleiðslu og ferðavinnuna, men vit fara eisini at nema við evnið í breiðari merking innan mentan, umhvørvi og búskap.

Fyrilestrahaldarar eru:

 

  • Andreas Lindberg – Rekur svensku fyritøkuna Bondens Skafferi, bindilið millum framleiðarar, matstovur og matvøruhandlar.
  • Sunniva Mortensen – Rekur heimasíðuna Matkovin.fo, talgilt sølutorg fyri staðbundnar føroyskar matvørur.
  • Philip Hougesen – Samsøe Madsnedkeri, sum hevur bæði matstovu og vørur við denti á staðbundnum rávørum.
  • Jóhanna á Tjaldrafløtti – EMBLA tilnevnd vegna Húsarhaldsskúla Føroya í 2022.
  • Elisabeth Skarðhamar Olsen – Ph.d. lesandi, sum granskar staðbundna matbúskapin í Føroyum.

 

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding her