MEIR ENN 9.000 FLEIRI GISTINGAR Í FERÐAVINNUNI FYRRA HÁLVÁR 2015

Tað vóru tilsamans 66.569 gistingar fyrra hálvár í ár, og tað eru 9.247 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, svarandi til ein vøkstur á 16%. Sostatt var vøksturin fyrra hálvár í ár størri enn vøksturin fyri alt árið frá 2013 til 2014, ið var 7.014 gistingar, svarandi til 5%.

Ein gisting verður tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, sum skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping og ból og bita.

Mánaðarliga er tað ein javnur vøkstur heilt frá ársbyrjan 2013, tá Hagstovan í samstarvi við Visit Faroe Islands fór undir at innsavna hagtøl um gistingina kring landið. Vøksturin er tó størstur um várið og summarið. Serliga var stórur vøkstur í mars í ár í samband við sólarmyrkingina, men eisini í apríl, mai og juni var munandi vøkstur.

Í samband við hagtølini fyri mars, tá sólarmyrkingin var, skal viðmerkjast, at gistingar við ferðafólka- og hotellskipum ikki eru taldar við, ei heldur gistingar, har ferðafólk leigaðu bústað frá privatum.

VØKSTUR Í GISTINGARTØLUM

Eins og í 2014 er tað eisini í 2015, at allur vøksturin kemur av ferðafólki úr útlondum. Meðan gistingar hjá fólki, búsett í Føroyum, minkaði við 3.130, vaks talið av gistingum hjá fólki, ið búgva uttanlands, við 12.377.  Størsti vøksturin var úr Bretlandi, Danmark, Týsklandi, øðrum londum í Europa, og úr Norðuramerika.

Nógv flestu gistingarnar – meir enn ein triðingur av øllum – eru hjá ferðafólki úr Danmark. Næst eru innlendis gistingar hjá fólki í Føroyum, og síðani umleið líka nógvar gistingar hjá fólki úr Europa uttan fyri Norðanlond.

Í hagtølunum sæst eisini, hvussu gistingarnar eru býttar eftir gistingarhátti. 78% eru á gistingarhúsum. Síðani eru 14% í íbúðum ella húsum, 5% á kampingplássum og minsti parturin, 3% sum ból og biti.

Av teimum umleið 66.600 gistungunum fyrra hálvár 2015 vóru uml. 46.400 í Suðurstreymi (svarandi til 70%) og 20.200 í Føroyum annars (svarandi til 30%).

Ymiskt er, hvussu nógvar nætur, ið fólk gista. Sum heild gista tey væl longri, tá tað er í íbúð ella húsum, umleið 5 nætur í miðal, enn tá tað er í gistingarhúsum, umleið hálvatriðju nátt í miðal. Ból og biti er nakað sum á gistingarhúsum, men tíðin er stytst á kamping, niðan fyri tvær nætur.

Ein ávísur tendensur sæst til, at uppihaldið á gistingarhúsum longist eitt sindur, bæði frá 2013 til 2014 og frá fyrra hálvári 2014 til fyrra hálvár 2015.

INNSKRIVINGAR

Í hagtølunum sæst eisini, hvussu innskrivingar hjá fólki á gistingarhúsum  eru býttar eftir endamáli við ferðini, alt eftir hvaðani ferðafólkini eru. Hesar upplýsingar eru bert frá gistingarhúsum og ikki frá ferðafólki í íbúð/húsi, kamping og bóli og bita.

Her er endamálið býtt í tvey, frítíðarferð ella starvsferð. Sum heild er nakað meir enn helvtin, um 55%, har endamálið er frítíðarferð, og tann minni parturin er starvsferð. Hjá ferðafólki úr Norðuramerika og Kyrrahavslondum eru tað tó um tríggir fjórðingar, ið koma á frítíðarferð.

Dagførdu ferðavinnuhagtølini eru at finna í hagtalsgrunninum.