HÁLVTÍÐARSTARV SUM TALGILT MARKNAÐARFÓLK HJÁ VISIT FAROE ISLANDS
HEVUR TÚ ÁHUGA FYRI SAMSKIFTI, SAMSKIPAN OG SOSIALUM MIÐLUM? EITT HÁLVTÍÐARSTARV SUM HJÁLPARFÓLK Á TALGILDU MARKNAÐARFØRINGSDEILDINI HJÁ VISIT FAROE ISLANDS ER MØGULIGA RÆTTA STARVIÐ FYRI TEG.
Starvið gevur tær møguleikan at arbeiða í einum spennandi og mennandi altjóða umhvørvi. Tú verður partur av einum toymi, sum arbeiðir á nógvum ymiskum sosialum og talgildum pallum við at samskipa og framleiða tilfar, kunning og marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkaland.
Starvið sum hjálparfólk fatar um:
- Dagligt samskifti við ferðafólk, altjóða miðlar, myndafólk og onnur
- At fyriskipa miðlavitjanir
- At samskipa og skráseta talgilt tilfar
- At fyriskipa og samskipa uppsløg á sosialu miðlunum
Av tí, at tú dagliga kemur at arbeiða á nógvum ymiskum altjóða pallum og samskifta nógv við fólk kring heimin, er tað av stórum týdningi, at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta á enskum við nógv ymisk menniskju, bæði í skrift og í talu.
Vit leita eftir tær, sum:
- Hevur áhuga og royndir innan samskifti
- Tosar og skrivar flótandi enskt – hetta er eitt krav. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini kanst skriva áhugaverdar tekstir til sosialu miðlarnar
- Hevur grundleggjandi kunnleika um sosialu miðlarnar og dámar væl at arbeiða við hesum
- Hevur áhuga fyri myndum. Hetta er ein fyrimunur og ikki eitt krav.
- Hevur førleikar at arbeiða bæði systematiskt og sjálvstøðugt
- Hevur eyðsýndan røkiskap
- Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí ofta er arbeiðsferðin høg
- Er fleksibul og ikki bangin fyri at veita eina hjálpandi hond, tá starvsfelagarnir hava tørv á tí
- Hevur góð samstarvsevnir, er jalig/ur og dámar væl at hjálpa øðrum
- Hevur grundleggjandi kunnleika um Føroyar
Vit kunnu bjóða tær:
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv við nógvum samskifti uttanlands
- Eitt starv á høgum fakligum stigi, ið tú sjálv/ur verður við til at menna
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi á Visit Faroe Islands
- At verða partur av einum dynamiskum og eldhugaðum arbeiðstoymi á Visit Faroe Islands, sum er stolt av at marknaðarføra Føroyar
Løn og setanartreytir
Talan er um eitt hálvtíðarstarv og verður sett frá 1. september 2019.
Tú verður lønt/ur eftir avvarðandi sáttmála.
Av tí at talan er um hálvtíðarstarv, er staðsetingin av starvsplássinum fleksibul.
Umsókn
Umsóknir til starvið við týðandi avritum skulu sendast til info@visitfaroeislands.com ella til:
Visit Faroe Islands, Gongin 9, Tórshavn, 100 Tórshavn
Umsóknir skulu verða Visit Faroe Islands í hendi í seinasta lagi 14. juni 2019.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um starvið við at seta seg í samband við Bárð Eklund, Talgildur Marknaðarføringleiðari á tel (+298) 556137.