FERÐAVINNAN Á VEG

Nú trý ár eru liðin síðani nýggja strategiin fyri ferðavinnuna í Føroyum varð sett í verk, verður tikið samanum, eins og hugt verður frameftir til komandi árini.

Í hesum sambandi bjóða vit tær til ein fyrrapart í Norðurlandahúsinum, har tú fært nærri innlit í víðari arbeiðið við at marknaðarføra Føroyar. Nýggj og spennandi átøk verða avdúkað og ein nýggj ferðafólkakanning verður almannakunngjørd, ið gevur áhugavert innlit í, hvussu okkara ferðafólk uppliva Føroyar.

Poul Michelsen, ráðharri í ferðavinnumálum, setur dagin.

Tiltakið endar við einum løttum miðmála.

Nær: Fríggjadagin, 18. mars kl. 10-13
Skráseting frá kl. 9.30
Hvar: Norðurlandahúsið

Tiltakið er fyri innbodnum.