“CLOSED FOR MAINTENANCE” – UMSÓKNARBLAÐ
Átakið ”Closed for maintenance – Open for voluntourism” verður endurtikið í apríl 2020. Hesaferð vilja vit geva øllum økjum í landinum javnbjóðis møguleika at luttaka í átakinum. Hetta verður lagt til rættis á tann hátt, at kommunur og kunningarstovur skulu senda inn uppskot til egnar verkætlanir í samband við “closed for maintenance” í 2020.
Eins og í 2019, er pláss fyri 10 ymiskum verkætlanum kring landið, og vit fara at bjóða um 100 sjálvbodnum útlendingum at luttaka. Eisini fara vit í størri mun at royna at fáa føroyingar at luttaka í ymsu verkætlanin, soleiðis at øll arbeiðslið vera væl umboðaði av føroyingum eisini.
Luttøkutreytirnar eru, at kommunan ella kunningarstovan fyllir út umsóknarskjalið, ið er at finna niðanfyri. Skjalið skal fyllast út nágreiniliga og tess betri verkætlanin er umhugsað og lýst, tess betri møguleika hevur umsøkjarin at verða partur av teimum 10 verkætlanum, ið verða partur av átakinum í 2020. Sjálvsagt hevur tað eisini týdning, at verkætlanin loysir ítøkiligar avbjóðingar m.a. har sum ábøtur eru neyðugar.
Visit Faroe Islands letur umsøkjarunum eina fasta upphædd (1000 kr. pr. sjálvbodnan luttakara um dagin) fyri kost og logi og kommunan/kunningarstovan ger síðani av, hvørjar veitarar í økinum verða brúktir til at veita mat og gisting.
Freistin at lata inn uppskot til verkætlanir er 1. september 2019.
Vilt tú luttaka í átakinum 2020, skal umsóknarskjalið fyllast út og sendast okkum á t-post: info@visitfaroeislands.com.
Tá freistin er farin, viðger Visit Faroe Islands verkætlanirnar og ger av, hvørjar eiga at vera partur av Closed for maintenance – Open for Voluntourism átakinum í 2020, sum verður dagarnar 15-18 apríl 2020. Arbeiðsdagarnir eru 16. og 17. apríl.