NÚ BER TIL AT SØKJA UM FERÐAVINNUSTUÐUL TIL FERÐAVINNU VERKÆTLANIR
Fram til 24. oktober 2020 ber til at søkja um fíggjarligan stuðul til almennar og vinnuligar verkætlanir, ið kunnu hækka støði og skipa ferðavinnuna kring landið betri.
STUÐUL TIL VINNULIGAR FERÐAVINNUVERKÆTLANIR
Stuðulin hevur til endamáls at birta undir og stuðla vinnuligum ferðavinnuátøkum um alt landið. Stuðulin verður latin nýggjum tilboðum og átøkum innan ferðavinnuna, ið byggja á burðardygd og góðsku. Øll hava møguleika at søkja um stuðul.
STUÐUL TIL ALMENNAR FERÐAVINNUVERKÆTLANIR
Kommunur og kunningarstovur kunnu søkja um stuðul til almennar verkætlanir, ið hækka støðið og skipa ferðavinnuna kring landið betri. Stuðulin verður í flestu førum latin til alment infrakervi við beinleiðis tilknýti til ferðavinnuna, t.d. gøtur, útsýnisstøð, kunnandi tilfar o.a.
Umsóknartreytir og umsóknarmannagongd er at finna her.