TRYGDARFALDARI TIL FERÐAFÓLK

Ein trygdarfaldari við kunning um, hvussu ein skal bera seg at í føroysku náttúruni, er komin út í dag. Tað eru Visit Faroe Islands, Politiið og Landsfelagið fyri Bjargingarfeløgini, sum geva faldaran út.

Trygdarfaldarin, sum ber heitið ‘Safe Travel’, verður at finna í leigubilum, á kunningarstovum, á gistingarhúsum, hjá ferðavinnuskrivstovum, á netinum og aðrastaðni, har ferðafólk ferðast.

Trygdarfaldarin gevur góð ráð um, hvussu ferðafólk skulu fyrireika seg, tá tey fara í hagan. Millum annað verður kunnað um røtt klæðir, at kanna veðurlíkindini, áðrenn tey fara, og um at virða náttúru og djóralív.

Trygdin hjá ferðafólkum er av alstórum týdningi og er nakað sum Visit Faroe Islands, saman við Politinum og Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløgini, taka í størsta álvara.

“Flestu ferðafólkini, sum koma til Føroyar, duga væl at bera seg rætt at í fjøllunum, men vit vóna, at øll ferðafólk taka faldaran til sín og fylgja góðu ráðunum, sum eru at finna í honum,” sigur Jóhan Pauli Helgason, leiðari á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands. “Vit arbeiða miðvíst við at tryggja, at ferðafólk fáa røttu kunningina, tað verði seg á heimasíðuni, í faldarum, á skeltum, á sosialu miðlunum, í lýsingum og í leysbløðum, sum millum annað liggja í øllum leigubilum. Nýggi trygdarfaldarin er enn ein liður í hesum arbeiði.”

Ein PDF útgáva kann takast niður her.