Føroyar umrøddar í heimsins størstu miðlum
Heimsins størstu miðlar hava seinastu tíðina tilmælt fólki at vitja Føroyar í 2015. Føroyar verða lýstar sum eitt av heimsins mest spennandi ferðamálum í ár, millum annað orsakað av sólarmyrkingina.
Í tvey ár hevur Visit Faroe Islands arbeitt miðvíst við at nýta hetta serliga høvið, sum sólarmyrkingin er, til at varpa ljós á Føroyar sum ferðafólkaland – áðrenn, undir og eftir sólarmyrkingina.
Í fjør vóru heili 162 altjóða fjølmiðlar gestir hjá Visit Faroe Islands, við tí fyri eyga at økja áhugan hjá altjóða fjølmiðlum fyri Føroyum. Úrslitið av hesum arbeiði er, at nógvir av teimum miðlum, ið vitjaðu Føroyar í fjør, til dømis National Geographic, CNN og The Guardian, eisini valdu at taka Føroyar við á listan yvir tey mest áhugaverdu støðini at vitja í 2015.
- Vit fegnast sjálvandi um ta methøgu umrøðuna, sum Føroyar hava fingið í teimum altjóða miðlunum. At fáa fjølmiðlaumrøðu er ein príseffektivur háttur at fáa boðskapin út um Føroyar sum ferðafólkaland á ein álítandi hátt, sigur Súsanna Sørensen, PR-samskipari hjá Visit Faroe Islands.
Afturat sólarmyrkingini vísa fjølmiðlarnir eisini á náttúru- og mentanarligar upplivingar í Føroyum sum nakað serstakt. Eisini verður víst til spennandi mat- og tónleikamentanina, umframt Bindifestivalin í Fuglafirði, sum verður hildin um hálvan apríl.
Væntað verður, at umleið 8.000 ferðafólk koma til sólarmyrkingina, og at enn fleiri ferðafólk vitja í Føroyum sum heild í 2015 samanborið við undanfarnu ár.
Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir nakrar av teimum greinum, sum fjølmiðlar, so sum CNN, New York Times, og The Guardian, hava skrivað um Føroyar í seinastuni.