NÚ BER TIL AT SØKJA UM STUÐUL FRÁ NATA
Nú er møguleiki at søkja um stuðul frá NATA til ferðavinnuverkætlanir og ferðing.
Øll við áhuga fyri at fremja ferðavinnusamstarv millum Grønland, Ísland og Føroyar kunnu søkja um stuðul til verkætlanir innan hesi øki:
- Nýskapan og vørumenning
- Marknaðarføring
- Kunningarferðir millum ferðavinnuvirki
- Góðsku- og umhvørvismenning innan ferðavinnu
Eisini er møguleiki at søkja um stuðul til ferðing frá NATA til Íslands og Grønlands. Hesi kunnu søkja um stuðul:
- Skúlaflokkar
- Ítróttarfeløg
- Tónleikabólkar
- Onnur mentanarsamstørv
Freistin at lata inn umsókn er 8. sept. 2025
Í 2025 er NATA serliga áhugað í verkætlanum ið leggja áherðslu á burðardygd og talgilding innan ferðavinnuna. Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað og skulu vera antin á donskum ella á enskum máli. Umsóknarblaðið og neyvari upplýsingar fáast á heimasíðuni www.nata.fo ella við at skriva til Erlu Weihe Johannesen á skrivstovuni hjá NATA, nata@vinnuframi.
Umsøkjarar fáa svar 10. oktober 2025. Søkjast kann ikki um stuðul til verkætlanir og ferðir, ið eru av innan 10. oktober 2025.