Faroencers 3 ár – milliónir hava sæð gerandissøgur úr Føroyum

Dagfesting | 15. oktober 2026

Í oktober 2023 fór Visit Faroe Islands undir átakið Faroencers, har ymiskir føroyingar framleiða smáfilmar, sum lýsa gerandisdagin í Føroyum. Sløk trý ár seinni eru heili 55 smáfilmar framleiddir og filmarnir eru tilsamans sæddir á leið 4 milliónir ferðir. 

16 ymiskir føroyingar úr øllum landinum hava seinastu trý árini framleitt tilfar til sosialu miðlarnar hjá Visit Faroe Islands, sum partur av Faroencer átakinum. Faroencers er eitt tilgjørt orð, har spælt verður við orðini Faroese og influencers. 

At royta seyð saman við Harriet Olafsdóttir í Æðuvík, 24 tímar umborð á einum nótaskipið við Tóriki Ábraham Rouah, og ein gerandisdagur á matstovuni Paz saman við Poul Andrias Ziska, teljast ímillum filmsbrotini, sum hava hugtikið hyggjarar. 

Luttakararnir standa sjálvir fyri allari framleiðsluni, og kunnu byggja søguna upp, júst sum teimum lystir. Á henda hátt fær hyggjarin eitt persónligt innlit í gerandisdagin og tað, sum myndar lívið í Føroyum. Og júst hetta, er styrkin við átakinum. 

Vit vilja fegin at ferðafólk, sum vitja okkum, kenna til Føroyar og okkara gerandisdag og siðir. Faroencers átakið og luttakararnir, sum hava sagt søgur um teirra lív her, hava havt ein týðandi leiklut í at vísa, hvussu vit liva her í Føroyum 

- Súsanna Sørensen, marknaðarleiðari á Visit Faroe Islands

Milliónir av spælingum 

Heili 55 Faroencers filmsbrot eru framleidd hesi trý árini. Tey 45, sum eru løgd út síðani átakið byrjaði, eru spæld á leið 4 milliónir ferðir tilsamans á Instagram, Facebook og TikTok.

Tilfarið er hartil deilt við aðrar brúkarar um 4.000 ferðir og filmarnir hava fingið túsundtals viðmerkingar, frá fylgjarum úr øllum heiminum, sum fegnast um at fáa innlit í alt frá seyðahaldið til matgerðarlist og tónleikaumhvørvinum – beinleiðis frá fólki, sum búleikast í Føroyum. 

Tey, sum fylgja Visit Faroe Islands á sosialu miðlum, hava stóran áhugað í at vita meira um okkum, sum búgva her, og tað kann vera torført at fáa slíkar søgur fram í siðbundnum marknaðarátøkum. Men tað kunnu vit við Faroencers, og vit hava verið ótrúliga heppin at so nógv dugnalig fólk hava tikið lut og sagt sína søgur, sigur Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, sum hevur samskipað átakið. 

Stórur altjóða áhugi fyri Faroencers

Tað er ikki ókent, at ferðaráð samstarva við ávirkarar og myndafólk, ið skapa innihald til teirra sosialar miðlar. Men júst leisturin, har íbúgvarnir í einum landi fáa fríar teymar. og mynda ein so stóran part av innihaldinum, hevur skapt áhugað í altjóða ferðavinnuhøpi. Eitt nú á  ráðstevnum í New York, Barcelona, Århus, Keypmannahavn og í Grønlandi har Visit Faroe Islands hevur havt framløgu um átakið. 

10 nýggir partar av Faroencers eru klárir, og fara at koma út komandi mánaðirnar. Enn fleiri eru í framleiðslu, og tey, sum vilja síggja meira, skulu bara fylgja við á sosialu miðlunum hjá Visit Faroe Islands. 

Sí fleiri Faroensers innsløg á okkara Instagram