’Næstu ferð er tað World Cup’
Dagfesting | 15. oktober 2026
Hetta vóru seinastu orðini hjá aðalskrivaranum í World Dart Federation, áðrenn hann fór av landinum eftir eitt framúr EM í dart 2026. Bæði altjóða luttakarar og fyriskiparar eru samdir: Føroyar hava sett eitt varandi merki á evropeiska dartsamfelagið.
Frá 30. september til 3. oktober var Við Tjarnir karmur um størsta altjóða ítróttartiltak, sum hevur verið í Føroyum í ár. Dartsamband Føroya var vertur fyri European Cup hjá World Darts Federation (WDF), har 37 lond og 71 landslið kappaðust um evropeisku heitini.
Í alt vóru 422 spælarar, venjarar og leiðarar við í kappingini, og heili 97 prosent av luttakarunum komu úr útlondum. 57 prosent av gestunum gistu í Føroyum í seks nætur ella meira, og tí hevði tiltakið eisini stóran týdning fyri ferðavinnuna.
Gestablídni og føroyskar upplivingar vunnu hjørtuni
Fleiri av teimum útlendsku leiðarunum løgdu serliga dent á føroysku vertskapin.
‘Fyriskipanin var framúr góð, staðsetingin var frálík, og hotellið var heilt einastandandi, við blíðum starvsfólkum, sum gjørdu alt fyri at ganga øllum okkara ynskjum á møti. Maturin var nakað av tí besta, vit nakrantíð hava fingið borðreitt. Og betri laksur finst snøgt sagt ikki nakrastaðni í heiminum, segði Dirk Wurzler, liðleiðari hjá Týsklandi.
Av mongum framúr góðum viðmerkingum eftir kappingina, so fara vit eisini at endurgeva afturmeldingina frá dartsambandinum í Liechtenstein:
’Nú vit eru komin heim aftur, lítur landslið okkara aftur á WDF Europe Cup 2026 í Tórshavn við stórum stoltleika og nógvum góðum minnum. Umframt sjálva dartkappingina er serliga eitt, sum stendur eftir: framúrskarandi gestablídni og fyriskipan! Leikarar okkara eru allir samdir um, at hetta var ein av best fyriskipaðu WDF-kappingunum, tey nakrantíð hava luttikið í.
Frá fyrstu løtu kendust Føroyar sum eitt annað heim. Hóast vit ikki fingu eitt alment heiðursmerki við heim til Liechtenstein, vilja vit fegin lata ein serligan heiður: Okkara GULLHEIÐURSMERKI FYRI GESTABLÍDNI OG FYRISKIPAN fer til alla fyriskipanarnevndina og øll sjálvbodnu hjálparfólkini í Føroyum! 🥇
Túsund takk fyri tykkara hjartaliga gestablídni, professionella arbeiði og eina ógloymandi tíð í Norðuratlantshavi!’
Styrkir um føroyska umdømið sum vertstjóð
Hjá Dartsambandi Føroya fegnast tey um bæði ítróttarliga og fyriskipanarliga úrslitið ’EM í dart var ein møguleiki at vísa, at Føroyar eru førar fyri at taka ímóti stórum altjóða tiltøkum og geva gestum upplivingar, sum røkka langt út um sjálva kappingina, sigur Jens Albert Simonsen, landsliðsvenjari.
Við 422 luttakarum úr 37 londum hevur tiltakið ikki bara verið eitt stórt ítróttartiltak, men eisini ein sterk altjóða marknaðarføring av Føroyum sum vertslandi fyri framtíðar ráðstevnur, ítróttakappingar og onnur stór tiltøk.
’Vit eru sera errin av tí arbeiði, sum er gjørt av sjálvbodnum, starvsfólki, samstarvspørtum og øllum teimum, sum hava verið við til at gera EM í dart til eina uppliving, ið fólk fara at minnast leingi’, sigur Jens Albert Simonsen frá Dartsambandi Føroya at enda.
Fakta
- European Cup 2026
- Við Tjarnir, Føroyar
- 1 september - 3. oktober 2026
- 37 lond
- 71 landslið
- 422 luttakarar
- 97% útlendskir luttakarar
- 57% gistu í Føroyum í seks nætur ella meira