SAMSKIFTISFÓLK TIL SOSIALAR MIÐLAR TIL VISIT FAROE ISLANDS

Visit Faroe Islands arbeiðir eftir Heim-strategiini, ið hevur til endamáls at menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland fram móti 2030.

Við hesum starvinum fært tú ábyrgdina av at skriva og samskipa alt innihald til sosialu miðlarnar hjá Visit Faroe Islands, við endamálinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Eisini inniber starvið í vissan mun skapan av innihaldi til heimasíðuna www.visitfaroeislands.com eins og aðrar marknaðarføringsuppgávur.

Hetta setur krøv til, at rætti persónurin hevur samskiftisførleikar á sera høgum støði, skrivar og tosar flótandi enskt, umframt føroyskt.

Av tí at tú dagliga kemur at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk menniskju.

....

Vit leita eftir tær sum:

-Hevur royndir við at arbeiða við innihaldi á teimum ymsu pallunum og hevur góð úrslit at vísa á innan hetta øki

-Hevur hægri útbúgving innan journalistikk, marknaðarføring ella sosialar miðlar 

-Tosar og skrivar flótandi enskt – hetta er eitt krav
-Er framsøkin, kreativur og brennur fyri at fortelja tær góðu søgurnar um Føroyar og føroyingar, í orðum og myndum

-Hevur førleikar at arbeiða bæði strategiskt og operativt

-Er málrættað/ur og hevur seljaralyndi

-Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí ofta er høg arbeiðsferð

-Er fleksibul og ikki bangin fyri at veita eina hjálpandi hond, tá starvsfelagarnir hava tørv á tí

 

Vit kunnu bjóða tær:

-Eitt spennandi og avbjóðandi starv við nógvum samskifti úteftir

-Eitt starv á høgum fakligum stigi, ið tú sjálv/ur verður við til at skapa

-Eitt gott og ljóst arbeiðsumhvørvi í hjartanum av gomlu Havnini

-Tú verður partur av einum toymi við 10 starvsfólkum, sum saman við vinnuni myndar altjóða marknaðarføringina av Føroyum sum ferðafólkaland

 

Løn og setanartreytir
Tú verður lønt/ur eftir avvarðandi sáttmála. Talan er um tíðaravmarkað starv fram til 31. jan 2028, ið møguliga kann gerast fast starv, um játtanin loyvir tí.

 

Umsókn
Umsóknir til starvið við týðandi avritum skulu sendast til info@visitfaroeislands.com, ella til:

 

Visit Faroe Islands, Att: Guðrið Højgaard, Gongin 9, 100 Tórshavn
 

Umsóknir skulu verða Visit Faroe Islands í hendi í seinasta lagi 25. okt. 2026.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett skjótast til ber. 

Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um starvið við at seta seg í samband við Guðrið Højgaard, stjóra á tel 55 61 35 ella við teldubrævi til guri@visitfaroeislands.com