Trý føroysk gistingarhús á listanum hjá Michelin

Dagfesting | 15. oktober 2026

Hotel Brandan, Hotel Føroyar og Havgrím Seaside Hotel eru við í hotellhandbókini hjá Michelin. Hetta er fyrstu ferð, at trý føroysk gistingarhús eru við í úrvalinum.

Michelin er serliga kent fyri at lata stjørnur til matstovur, og føroyska matstovan PAZ hevur tvær stjørnur í handbókini. Michelin hevur eisini eina hotellhandbók við einum úrvali av gistingarhúsum, sum mælt verður til at vitja.

’At trý føroysk gistingarhús nú eru við í hesum úrvalinum, er ein viðurkenning av góðskuni og tænastuni, sum gestir kunnu vænta sær í Føroyum. Tað er eisini eitt herðaklapp til starvsfólkini, sum dagliga arbeiða fyri at skapa góðar upplivingar fyri gestirnar’, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.

Við umrøðuni í Michelin-handbókini fáa gistingarhúsini eisini størri altjóða sjónligheit og eru við til at vekja áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli.

Tey trý føroysku gistingarhúsini á listanum hjá Michelin