Norðurlendsku Michelin stjørnurnar 2027 verða handaðar í Havn 3. mai næsta ár
Dagfesting | 13. november 2026
Visit Faroe Islands hevur gjørt avtalu við Michelin, um at Havnin verður vertsbýur, tá Michelin handar stjørnurnar til norðurlendskar matstovur næsta vár.
Sjálv handanin verður í Norðurlandahúsinum 3. mei fyri innbodnum matstovum, kokkum og miðlum. Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands fegnast um, at tað hevur eydnast at bjóða Føroyar og Havnina fram sum vertsbý fyri Michelin Nordic 2027. ”Tað er ein stórur heiður og ábyrgd at sleppa at vera vertur fyri Michelin tiltakinum’ sigur Guðrið Højgaard, og leggur afturat at ”hetta er eitt sera gott høvi at gera vart við okkara fantastisku rávørur frá sjógvi og landi, okkara dugnaligu kokkar eins og Føroyar sum matferðamál”.
Málið er at gera hetta til tað mest sermerkta Michelin átakið nakrantíð. Í samstarvi við Atlantic Airways fara tvey eyka flogfør úr Keypmannahavn við teimum kokkum og miðlum, sum verða boðin við til tiltakið. Ætlanin er at borðreiða við mati úr føroyskum rávørum, soleiðis at upplivingin av Føroyum byrjar longu við fráferð úr Keypmannahavn og í luftini á veg til Føroyar.
Visit Faroe Islands takkar stuðlunum, sum hava gjørt tað gjørligt at bjóða Føroyar fram sum vert fyri Michelin átakinum.
Stuðlarnir eru:
- Vinnumálaráðið
- Tórshavnar Kommuna
- Bakkafrost
- Atlantic Airways
- Christian í Grótinum
- JFK
- Poul Hansen/Krás.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Guðrið Højgaard, stjóra á Visit Faroe Islands á tlf 55 61 35.