SKELTING

Tá ið fólk bera seg skeivt at í náttúruni, er tað ofta tí, at tey ikki vita betur. Tá koma skelti væl við. Kunningarskelti, boðskelti, gongutúraskelti, bygdaskelti o.s.fr. 

Skeltini eru serliga góð hjá ferðafólkum, sum ikki kenna okkara land og siðir, men munnu tey ikki eisini vera forvitnislig hjá føroyingum, sum ferðast til eina oyggj, sum tey ikki eru staðkend í? Tað var jú ikki gamalt, at føroyingar ferðaðust oyggj í oyggj, sum vit gera nú á døgum við tunlum og ferjasambandi (sum eisini forklárar, hví vit hava so nógvar dialektir í einum annars so lítlum landi). Skeltini fáa okkum at kenna okkum trygg og vís í røttu leiðini, og tey geva íblástur, og tey – sum er mest týdningarmikið – beina fólk av viðbreknum lendi og aftur á trygga rás.

Tit kunnu lesa nærri um hetta niðanfyri. Øll skeltini hava sama eyðkenda sniðið, sum ger, at tann ferðandi kennir skeltini aftur. 

Bílegging og kostnaður

Kommunur, kunningarstovur og stovnar kunnu bíleggja skelti frá Visit Faroe Islands. Vilja jarðareigarar ella onnur seta skelti upp, kunnu tey venda sær til kommununa ella kunningarstovuna í økinum.

Visit Faroe Islands rindar 50 prosent av kostnaðinum fyri nýggj skelti. Tá rokningin kemur, verður hon býtt í tvey, og tann, sum bíleggur, rindar aðra helvtina. Skelti, sum verða sett upp í sambandi við Closed for Maintenance, verða tó framvegis fíggjað 100 prosent av Visit Faroe Islands.

Verða fleiri enn fimm skelti bílagt í senn, er 10 prosent í avsláttri.

Kommunan, kunningarstovan ella stovnurin, sum bíleggur, hevur ábyrgdina av, at kunningin er røtt, og at skeltini verða sett rætt upp.

SNIÐHANDBÓK: SKELTING Í FØROYUM