NÚ BER TIL AT SØKJA UM STUÐUL TIL FERÐAVINNUMENNING
Í juli 2018 varð nýggj kunngerð um stuðul til ferðavinnumenning sett í gildi, ið gevur Visit Faroe Islands heimild at lata vinnuligum menningarátøkum innan ferðavinnu fíggjarligan stuðul.
Stuðulsskipanin verður roynd í eitt tíðarskeið og eftirmett í 2019, tá Visit Faroe Islands hevur fingið fleiri royndir við skipanini.
Endamálið við stuðulsskipanini er at birta undir og stuðla vinnuligum átøkum innan ferðavinnu, ið stuðla menningini av eini ábyrgdarfullari og burðardyggari ferðavinnu kring alt landið. Stuðulin verður latin til at seta nýggj tilboð og átøk innan ferðavinnu í verk. Tað ber ikki til at fáa stuðul til íløgur ella rakstur.
Øll hava møguleika at søkja um stuðul, um treytirnar eru loknar, tað verði seg einstaklingar, fyritøkur ella felagsskapir. Sí meira um treytirnar á Vinnusíðuni á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.
HVAT KANN STUÐUL VERÐA LATIN TIL
Allar vinnuligar verkætlanir innan ferðavinnuna kunnu sum útgangsstøði fáa stuðul.
Tað ber til at fáa “persónligan” stuðul til ráðgeving, skeiðsvirksemi v.m. sum partur av hugskots- og førleikamenningini.
Til ber at fáa stuðul til fysiskar hentleikar ella útgerð við teirri treyt, at teir eru “almenn ogn” og tøk fyri øll at nýta. Til dømis kann tørvur vera á eini gøtu, beinkjum, eini atløgubryggju, einum útsýnisstaði ella kunnandi skeltum í samband við, at okkurt nýtt tilboð verður sett í verk.
UMSÓKNARFREIST
Umsókn skal sendast Visit Faroe Islands í góðari tíð áðrenn tiltakið byrjar. Í 2018 er umsóknarfreistin mánadagin 3. desember.
Meira kunning um stuðulsskipanina og vegleiðing um treytir o.a. er at finna á Vinnusíðuni á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.