Kapping: Ársins summarmynd á bygdagøtunum
Aftur í ár sóknast Ferðist í egnum landi eftir ársins summarmynd, hesaferð við tilknýti til bygdagøturnar. Øll tey, sum leggja eina mynd við tvíkrossi #bygdagøtur á Facebook ella Instagram innan 18. august 2021 eru við í kappingini.
Bygdagøtur eru gomlu farleiðirnar millum bygdir, ið hava verið nýttar dagliga hjá ferðandi í mong hundrað ár. Heimasíðan bygdagøtur.fo ger tað lætt at finna ein túr, ið hóskar væl til einhvønn tørv við greiðari kunning um torleikastig, longd, lendið og annað.
Serligar søgur, hendingar og minni knýta seg at hesum farleiðum, ið eru virðismiklar at halda viðlíka. Men hvussu uppliva nútíðar føroyingar ein gongutúr eftir elligomlu farleiðunum? Er tað náttúran, upplivingin saman við gongufeløgunum, friðurin, veðrið ella kanska ein góður matpakki sum gera túrin til nakað serligt?
Øll sum hava gingið eina bygdagøtu og lagt eina mynd á sosialu miðlarnar við tvíkrossinum #bygdagøtur innan 18. august 2021 eru við í kappingini um tríggjar forkunnugar vinningar:
- pláss: Gisting/heimablídni Heima í Stovu í Hvalba (4 persónar)
- pláss: Ísur og pannukakur á Gjáargarði (4 persónar)
- pláss: Føroyskir hotdogs frá Kioskini hjá Astu (4 persónar)
Tað er Visit Faroe Islands og kunningarstovurnar ið standa aftanfyri “Ferðist í egnum landi”