Henry á Fríðriksmørk (blablabla.fo)    |  September 2026

SJÓDYPPING Á SKÁLA

“Tú byrjar við at anda djúpt inn. So blæsur tú út. Tøm lunguni púrasta fyri luft. Tí tá ið tú fert útí, og vatnið er ísakalt, fert tú at kikka eftir ondini. Um lunguni ikki eru tóm áðrenn, so er ikki pláss fyri meira luft. Og so kanst tú fara í panikk.” Meðan Karina Højgaard greiðir mær frá, hvussu ið mann dyppar, koma fleiri bilar trillandi oman í bátahylin. Hetta eru dyppikonurnar á Skála. 

 “Skála beach” hevði Karina í skemti greitt mær frá í telefonini, tá ið eg fyri nøkrum døgum síðan ringdi og spurdi, um tær høvdu hug til eina samrøðu. “Sandurin er beint norðan fyri bátahylin.”

Eg eri nokk so staðkendur á Skála, men eg havi ongantíð hoyrt um nakra sandstrond her. Eg parkeri bilin beint við kirkjuna og fari so leitandi millum neystini norðan fyri bátahylin, men har er einki at finna. So ringi eg til Karinu: 

– Eg eri har um 5 minuttir, sigur hon. Eg havi rabarbumuffins við. 

– Men hvar møtast vit? Hvar er sandurin? spyrji eg.

– Beint norðan fyri bátahylin. 

– Eg eri staddur norðan fyri bátahylin, svari eg.

– Nei, altso BEINT norðanfyri. 

Eg fari so gangandi yvir til sjálvan bátahylin, og mín sann, har er ein strond. Føroya minsta strond. Tú kanst máta hana við tveimum tummastokkum. Men sandurin er hvítur og reinur, og lítið er av tara, so her er nokk so hugnaligt. 

Nú koma tær allar úr hvør sínum bili. Og tær eru ikki ørindaleysar, tí eg nái nóg illa at presentera meg, áðrenn tær ein fyri og onnur eftir fara beint út í sjógvin. Summar fara eftir stiganum, aðrar fara spákandi beint frá sandinum. Einki skríggj ella gnis. Tvær eru enntá so skrappar, at tær svimja for út um molan. 

Nú koma tær allar so smátt inn á sandin aftur. Her hava tær dyppað síðan koronu. Ein teirra hevði fingið hugskotið um at dyppa og hevði so spurt seg fyri, um áhugi var fyri hesum. Tað var tað. So høvdu tær tosað við Runavíkar kommunu um at fáa umstøður í lag. Áðrenn tær vistu av, komu lastbilar við sandi, og ein stigi varð settur upp, og tær fingu enntá útilyktir, so at tær kundu dyppa, áðrenn sólin kemur upp. 

Hví dyppa tit? 

Eg visti, at hesin spurningurin ikki bert hevur eittans svar. Vivi Andreasen andar inn og útloysir eitt stutt: “Aaah!” og leggur afturat, at tað gevur henni kropsliga orku. 

Ein termofløska við heitum løgi verður borin runt.

Karina Højgaard tekur undir, men skoytir uppí, at tað ávirkar eisini sinnið: “Mann fær beinanvegin ein innara frið. Mann fer líkasum úr høvdinum og niður í kroppin. Skelkurin ger, at nøkur hormon verða frígivin, sum gera ein glaðan. Tað, sum mann kanska var stúrin um áðrenn, verður gloymt í stundini.” Hinar nikka. 

Við einum útrættum armi tekur Tórgun Lamhauge orðið. Hon nevnir fyrimunir, sum liggja onkrastaðni ímillum kropp og sinn: “Hjá mær er tað øgiliga gott fyri migrenu.” Hon fær te í koppin at verma seg. Hon heldur um koppin sum konufólk plaga: Við báðum hondum. 

Dyppa teg til vælveru

Á Syddansk Universitet í Odense varð ein kanning gjørd við luttakarum, sum dyppaðu tvær ferðir um vikuna í átta vikur. Vælverutølini hjá teimum vuksu frá 39 upp í 54 stig (WHO-5 Well-Being Index). Kanningin vísti eisini tekin um betri svøvn.

Kelda: Syddansk Universitet, 2023

Nú nevnir Mariann Poulsen Garðalíð nakað, sum allar kenna seg aftur í: “Tað hjálpir eisini fyri hitatúrar, tá ið mann kemur í skiftisárini, haldi eg. Eg fái í øllum førum færri hitatúrar nú, síðan eg byrjaði at dyppa.” Allar taka undir. 

Meðan prátið gongur, kemur Karina Højgaard við heimabakaðum rabarbumuffum. Eg spyrji, um tær altíð dyppa saman, ella um tær eisini fara einsamallar. Tað vísir seg, at tað er ein óskrivað regla, at tað ger mann ikki, tí tað er farligt at dyppa einsamallur, skuldi okkurt hent. Men hetta er ikki einasta orsøkin: Malan Lamhauge sigur, at tað eisini snýr seg um samveru og hugna: “Vælvera kemur eisini frá at vera saman við øðrum.”

Eg komi í tankar um tað, sum Pál Weihe, yvirlækni, segði í Degi og viku tann 19. november 2024, tá ið hann tosaði um týdningin av at koma saman við øðrum uttan fyri arbeiðstíð. Hann segði, at einsemi kann verða ein hóttan ímóti heilsuni. Hann legði eisini afturat, at serliga millum menn var einsemið vorðið ein samfelagstrupulleiki. Enn vita dyppikonurnar ikki um nakrar menn í bygdini, sum koma saman at dyppa. Eg kundi sjálvur ikki funnið uppá at dyppað, men eg hevði tó ikki so ringa samvitsku, tí hendan dagin fór eg beint at sparka innandurafótbólt saman við vinmonnunum, aftaná at eg hevði tikið samrøðuna upp.

Ráð frá dyppikonunum til nýbyrjarar

  • Vel eitt gott stað – helst við stiga.
  • Finn ein ella fleiri dyppimakkarar at koma við tær.
  • Hav við tær handklæð, ullint klæði og eina húgvu. Dyppihandskar og dyppiskógvar eru eisini hentir. Og so kemur ein termokanna við te eisini væl við. 
  • Far varliga og spakuliga útí. Kava ikki eftir høvdinum. 
  • Fá tær til vana at dyppa hvønn dag ella annanhvønn dag. Tað tekur nakrar vikur hjá kroppinum at venja seg við kuldasjokkið.
  • Tosa við læknan fyrst, um tú hevur hjartasjúkur ella okkurt líknandi.

Dyppikonurnar dyppa næstan hvønn dag. Men tað er einki fast. Gaman í, onkran dag er onkur, sum dettur frá, og so traðkar ein onnur til, men tær eru altíð hampiliga nógvar. Henda dag vóru tær sjey í tali. Og tá ið tær siga hvønn dag, so meina tær allar dagarnar í árinum. Eisini um veturin. Og í øllum veðri. Jólaaftan. Nýggjársaftan. Nýggjársdypp eru tær farnar at kalla tað. Tað er fastur táttur hjá teimum. Tær ráða tó øðrum, sum dyppa á fyrsta sinni, til at byrja um summarið, tá ið sjógvurin er nøkur fá hitastig flógvari. 

Eg spyrji inn til umstøðurnar at dyppa, og um næsta gávan frá borgarstjóranum hinumegin fjørð verður ein hitapottur ella kanska sauna her á sandinum. Hetta meta tær ikki vera neyðugt. Karina greiðir frá: “Tað er so deiligt, tá ið kroppurin sjálvur sleppur at framleiða hitan. Tað er næstan ein rúsur í tí. Mann følir tað veruliga, hvussu ið kroppurin fer til arbeiðis aftur.” Helena vendir aftur til spurningin hjá mær: “Kanska ein dyppiskúr, har ið vit kunnu skifta og leggja klæðini, um tað regnar.”

Prátið gongur, og eg skeiti yvir á sjógvin av og á. At hugsa sær at gera hetta hvønn dag. Nei, tað kundi eg aldri funnið uppá, varð niðurstøðan hjá mær hetta seinsummarkvøldið. 

Orsøkin? Tað er simpulthen for kalt. 

Men nú meðan eg siti her og skrivi hesi orðini og havi lurtað eftir samrøðuni aftur, og eg hoyri tær flenna millum sín í kvøldarsólini, alt ímeðan bárurnar tutla í bakgrundini, dugi eg at síggja, at allar orsøkirnar fyri viga meira enn tann eina orsøkin ímóti. 

Myndir: Henry á Fríðriksmørk (blablabla.fo)

Góð støð at dyppa