Karen Sissal Kj Kristiansen  |  August 2026

FØROYSKA ROSSIÐ

Signa og Jóna, frá Felagnum Føroysk Ross, hava tikið sær stundir til at greiða mær frá um føroyska rossið. Umframt at vera í nevndini, arbeiðir Jóna eisini sum røktari á Búnaðarstovuni, har hon hevur um hendi føroysku rossini, ið landið eigur. Vit tosa um støðuna hjá rossinum í dag – í mun til fyrr - um stovnsrøkt, genetiskan diversitet og um eyðkennini við føroyska rossinum.

Eg eri farin ein túr at hyggja til føroysku rossini sum eru undir hond hjá Búnaðarstovuni. Undir Heygsenni, í haganum millum Oyggjarvegin og landsvegin í Kollfjarðadali ganga 16 ross, 5 ungross og 11 ryssur. Vit parkera omanfyri Oyggjarvegin og tað tekur onga tíð, áðrenn ungrossini eru hjá okkum. 

”Fylini eru ógvuliga forvitin og tíma væl at koma til fólk, meðan ryssurnar ikki eru eins forvitnar”. Í bólkinum sum kemur til okkara eru øll ungrossini og ein mamma. 

Sjálv dugi eg einki serligt við rossum, og dámar mær tí væl, at vit halda okkum á hvør sínari síðu av autoverjuni. Men fylini spyrja ikki eftir, tey eru forvitnari enn sum so. Við múlanum kom tey tættari og tættari at mær og knapt, so hevur eitt teirra fingið sær stóran part av skjúrtuni hjá mær í gapið.

TAL AV ROSSUM

1965-1968/69
eru tað 7 skrásett ross í landinum

í 60’unum
vóru 5 aliross skrásett

í 2026
eru 103 skrásett føroysk ross. Stovnurin er tó enn kritiskt hóttur. 

Føroysku rossini eru serliga í Vágum, í miðstaðarøkinum og í Suðuroy.
Búnaðarstovan eigur ein triðing.

Nøkur føroysk ross bera DMRT3 genið, sum er leinkja til eginleikan at kunna tølta. Tølt er eitt sera mjúkt gongulag, sum ger rossini góð at ríða á. Íslenska rossið er kent fyri tøltið.

Fyri at økja um áhugan og breiða kunnleika um føroyska rossið arbeiða Visit Faroe Islands og Felagið Føroysk Ross við at gera QR kotur sum skula setast upp á støðum har føroysk ross eru nokso fast. Soleiðis kunna føroyingar, og ferðafólk, skanna kotuna inn og læra meira um rossini hjá okkum. Eitt, sum millum annað er viktugt at kunnað fólk um er, at rossini ikki muga fóðrast – t.e. hvørki við grasið, mati ella skjúrtum.

Rossið er sosialt djór

Ross hava tað nógv betri av at vera í flokki, og ross sum eru uppvoksin í einum flokki blíva eini nógv betri at handfara – tey læra samskifti við onnur. Tey 103 føroysku rossini ið eru í Føroyum er eisini fyri tað mesta savnaði í flokki, serliga eru tey í Vágum, í miðstaðarøkinum og í Suðuroy. Búnaðarstovan eigur ein triðing.

Ein fjóðringur er í haganum hjá Jákup á Sundi, har tað tó eru fleiri ymsir eigarar.

Tað er hierarki í flokkinum. Oftast er tað ein eldri ryssa, ið er væl fyri, ið er tann, sum dominerar. So hóast Freia er elst í flokkinum, er hon so smátt farin at missa sín dominans orsaka av at hon er um at vera ov gomul. Afturfyri er onkur onnur, ið er beint undir henni í aldri, men sterkari, farin at taka yvir í hierakinum.

FREIA

Elsta núlivandi føroyska rossið í stovninum hjá Búnaðarstovuni er Freia, hon er 17 ár.
Freia er í dag kviðin við 12 ára gomlum greðingi. 
Hetta er triðju ferð at Freia er kviðin. Tvey fyl hevur hon latið føroyska flokkinum. 
Freia hevur havt trupulleikar við undirlívinum og harvið at blíva kviðin, og er tí blivin flokka undir at vera ein problemrissa. 

 

Stutt um upprunan og søguna

  • Føroyska rossið er egið rossaslag, men er sera tætt í ætt við rossini frá norður atlantisku grannaoyggjunum, Ísland og Hetland. Føroysku, íslensku og hetlensku rossini líkjast nógv í útsjónd, har størsti munurin er støddin. Tað íslenska rossið er størst, síðan tað føroyska og tað heltenska minst.
  • Upprunaliga vórðu føroysk ross brúkt til siðbundið landbúnaðararbeiði. Eitt klyvjaross er eitt ross, sum berir tveir leypar á bakinum, sum eru fyltir við m.ø. torv og tøð.
  • Í seinnu helvt av 1800 talinum vórðu nógv føroysk ross seld til Bretlands at arbeiða í kolanámunum. Hetta var ein av orsøkunum til, at stovnurin mundi doyð út.
  • Elsta føroyska rossið er Brynja, ið er 27 ár.

Tað nýggjasta

  • Urða var ein av fyrstu ryssunum, sum varð ísádd við frystum sáð, og var tað frá Storm. Tíavnerri bleiv hon ikki kviðin. Men tey fara at gera fleiri royndir við at ísáa við frystum sáð.
  • Trý føroysk fyl vórðu folað í Danmark á summri 2025 fyri fyrstu ferð í meira enn 100 ár. Tað er ikki loyvi at útflyta føroysk ross vegna væntandi lóggávu á økinum. Tí blivu hesi fyl send til Danmarkar við ”embryo transfer” tøkni. Íslenskar ryssur komu til føroyar at taka ímótur gitnum eggum frá føroyskum ryssum, og blivu soleiðis ”burðarryssur”. Tá íslensku ryssurnar vóru kvidnar við føroyskum fylum, fóru tær aftur til Danmarkar at fola.
  • Rokku hundrað í juli
    Eitt mál hjá Felagnum Føroysk Ross hevur leingi verið at rokkið 100 føroyskum rossum. Frøðin var tí stór, tá mílasteinurin var rokkin í juli í 2026. Fyl varð folað, ið gjørdi at stovnurin kom upp á 100. Síðan eru trý fleir fyl folað, og stovnurin telur 103 í august 2026.

Retorikkurin er broyttur

Um eg hugsi aftur og hvussu eg havi upplivað retorikkin rundanum føroyska rossið, so hevur tað verið við jammerligum fortekni. Eg havi ongantíð verið í iva um, at støðan hevur verið ring. Samstundis havi eg, seinnu árini, fornemma at tað er farið at ganga betur, tí prátið hevur verið meira jaligt. At eg havi hoyrt tað so, er kanska ikki so løgið, tí fokusið hjá Felagnum Føroysk Ross hevur tilvitað verið at vent hesum neiliga retorikki, sum ’hjálp okkum, vit doyggja út’ til at savnast um møguleikarnar og ynski um at gera tað gott. Og tað hugsi eg hevur munað - eisini fyri umdømi.

Hóast retorikkurin er broyttur, og tað gongur frammá, so er tann veruleikin, at stovnurin er kritiskt hóttur, ikki broyttur. Við einum stovni á 92 rossum, skal bert ein keðilig sjúka til og vit flyta okkum frá kritiskt til fatalt. Júst tí er tað so viktugt at fokus er á at ansa væl eftir, at rossini ikki vera útsett fyri óneyðugari risiko, men tað er eisini viktugt at hava fokus á aling og nøring.

Eyðkenni við føroyska rossinum

Føroyska rossið er eyðkent við at tað ikki er so stórt á vøkstri. Talan er um arbeiðsross

Múlin er eisini rundari á føroyska rossinum, serliga samanborið við tey, fyri okkum, meira eksotisku rossasløgini. Eitt av børnunum, sum er við okkum, heldur fyri at eitt av fylunum líkist meira einum mamutti enn einum rossið um trýnið, og teirri eygleiðing fylgi eg væl. Tað er sum hevur tað faks á og undir høkuni eisini. So har tað føroyska rossið ikki vinnur í hábærsligheit yvir onnur rossasløg, so liggur tað ovaliga í kjútleika, og oyruni, ja tey eru til at bíta í so mjúk og lekkur eru tey.

Eitt triðja, ið eyðkennir føroyska rossið er tjúkka ullin, við tí nógva feittinum - ella lanolininum. Um tað er júst sama lanonlin, ið vit kenna frá seyðinum er ikki kannað heilt, men tað ger tað sama fyri rossið, sum tað ger fyri seyðin. Men áhugavert er tað, at bæði føroyski seyðurin og føroyska rossið bæði hava merkisvert nógv lanonlin í ullini. Tað sæst væl hendan dagin eg vitji, at tað hevur regnað illa seinastu dagarnar, tí ullin er bæði krúllut og stív. Tá tað regnar illa líkist ullin føroyska landslagnum, har ullin liggur tætt og føst og ímillum eru áir, ið leiða vatnið av kroppinum. Henda dagin er, serliga bakið, tilpakkað við stívum krúllum. Tað fær meg eisini at hugsa um tá eg sum ung, heldur brá, til tíðir, fór út við vátum hárið og sum skjótt bæði krúllaði og stívnaði tað. Men meðan tað títt og ofta førdi til at eg fekk krímm so virkar tað umvent fyri rossið. Nógva lanolið er sum eitt lag, ið verjir holdið og tað er góð verja hjá føroyska rossinum sum gongur úti alt árið. Skinnið, ið er væl tjykkri um veturin enn um summari heldur rossinum heitt og fjálgt. 

Rossið skiftur ull ímillum árstíðirnar og er tað væl pjuskutari á vetri og vári enn um summari.

Uppliv føroyska rossið her

Myndir: Cécile Zahorka (The Pixel Nomad)