Henry á Fríðriksmørk (blablabla.fo)    |  Oktober 2026

MÍN BESTI FJALLATÚRUR 
VAR IKKI EIN FJALLATÚRUR

Jensjáku Hansen og eg sita undir einum stórum steini uppi á Tvørfelli, nærindis Velbastaðháls. Jensjáku er vorðin kendur í Føroyum seinnu árini. Hann hevur vloggað um sínar fjallatúrar til Kilimanjaro og Aconcagua, hægstu fjøllini í ávikavist Afrika og Suðuramerika. Eisini hevur hann gjørt sendingarnar ‘Útilív’ saman við Jónfinni Stenberg. Hvør sending byrjar við, at Jensjáku sigur, at útilív er gott fyri bæði kropp og sinn, men síðan spyr hann eisini: “Hvussu ger mann? Hvat skal til, og hvar fer mann?” Eg fekk eitt gott prát við miðvingin um hetta. 

– Jensjáku: Hvat er hetta fyri ein grein, sum tú skrivar? 

Eg: Ein grein fyri Visit Faroe Islands. Tey hava eina síðu, sum eitur Ferðist í egnum landi. Hana manst tú kenna. Hon kom í lag, tá ið korona kom. Hvat heldur tú sjálvur um at ferðast í egnum landi?

– Tað er minst líka gott sum at ferðast út í heim. Nú ið børnini hjá okkum eru blivin eldri og minnast aftur á summarferiur og ymsar túrar, sum vit hava verið á, so nevna tey nógv oftari túrarnar í Føroyum – eitt nú við tjaldi og sílatráðu – enn tá ið vit sólaðu okkum á Mallorca. Tað var eisini úr hesum, at hugskotið til Útilív-sendingarnar spratt: Hugurin hjá fólki at ferðast í egnum landi er har, men tað finnast mong, sum ikki vita, hvussu mann skal bera seg at, hvar ið gott er at ganga o.s.fr. 

Tú ert ikki fyrsti sjónvarpsvertur, sum fer í føroysku fjøllini. Men tú manst vera tann fyrsti, sum hevur lært fólk, hvussu ið mann kukkar í fjøllunum.

– Ivaleyst eru summi, sum halda meg vera eitt sindur tollutan. Men tað hevði stóran týdning fyri okkum, at sendingarnar vóru natúrligar. Vit vildu ikki pynta upp á nakað. Hetta hava vit havt í huga, tá ið vit hava funnið upp á hugskot til sendingarnar og skrivað manuskript. Soleiðis sum eg eri í sendingunum, soleiðis eri eg eisini í veruleikanum. Hatta er ikki ein persónur, sum vit hava uppfunnið. Tá ið eg hevði verið uppi á Kilimanjaro, vóru mong, sum søgdu, at tey kundu hugsað sær at farið ein slíkan túr. Eg sigi við tey: ‘Vælsignaðu, farið!’ Men so svara tey, at tey vita ikki, hvussu mann ber seg at, tá ið mann skal kukka. So hetta lærdi eg føroyingar í hvørjum parti í fyrstu sesong av Útilívi. 

Finn gongutúrin her

Tað haldi eg eisini er ein misskiljing hjá mongum, tá ið mann tosar um fjallatúrar: Tað er ikki neyðugt at fara upp á hvønn tindin.

Tú hevur verið á Aconcagua, Kilimanjaro og í Himalaiafjøllum. Hvør er besti fjallatúrurin, ið tú minnist?

– Jú, nú komi eg í tankar um ein serligan túr. Hetta var ikki uppi í 6.000 metra hædd. Tað var á Víkum við pápa. Eg var fjúrtan ár, og eg hevði upplivað stóra sorg, tí besti vinmaðurin var deyður. Har var eingin hjálp at heinta nakrastaðni, tað dugdi mann ikki tá; tað skuldi alt tigast burtur. Tá dugdi pápi øgiliga væl: Hann bað meg koma við sær ein túr. Vit gingu bara, snakkaðu ikki um nakað. Vit gingu ein langan túr á Víkar, hvørgin okkara hevði verið har, og so gingu vit tvørturum á Víkarsand. Tað var so einastandandi gott veður. Har er vanliga ikki so væl gongt, men tíbetur var fjøra, so vit fóru stein av steini og komu yvir á sandin. Har var reki, stórir viðarbular, so at fantasiin fór á flog. Hetta stað sigst hava givið íblástur til skaldsøguna Feðgar á ferð eftir Heðin Brú. Tað man hava verið tann besti túrurin, eg havi verið á. Men tað var ikki upp á nakað fjall. Tað haldi eg eisini er ein misskiljing hjá mongum, tá ið mann tosar um fjallatúrar: Tað er ikki neyðugt at fara upp á hvønn tindin. Eg havi verið nógv í føroysku natúruni, men eg havi verri enn so verið á øllum fjallatindunum. 

Hevur tú nøkur góð ráð til lesaran um, hvussu mann fyrireikar seg til ein fjallatúr?

– Eg fyrireiki meg ikki so øgiliga væl. Men mær dámar so óalmindiliga væl ymisk tól, dimsar, gps’arar og annað. Eg havi eisini upplivað at villast í mjørkanum. Sjálvt um eg hevði alla útgerð – og ikki bara tveir, men tríggjar gps’arar – uppi á mær, so gekk illa at finna út úr mjørkanum. Honum skal mann ansa heilt ótrúliga væl eftir. Tað týdningarmesta er tá, at tú ikki fert í panikk. Tá kanst tú renna teg fastan og koma í størri trupulleikar. Eisini í kavaroki. Kavarok er verri enn mjørki, tí tá sært tú einki sum helst. Tað er so skjótt at undirmeta veðrið og hugsa, at “tað gongur nokk”, men føroyska veðrið er eitt tað ógvisligasta, sum eg veit. 

Ein turr undirtroyggja er eitt tað besta, sum finst, tá ið tú ert komin í hæddirnar.

Men hvat fer so í ryggsekkin áðrenn ein fjallatúr?

– Bara ein regnjakki og ein eyka undirtroyggja. Ein turr undirtroyggja er eitt tað besta, sum finst, tá ið tú ert komin í hæddirnar. Tú hevur gingið og sveittað allan vegin niðaná, og tá ið tú so fert til gongu omanaftur, nú ert tú vátur í sveitta, og tá kølnar tú øgiliga skjótt. 

Eg kann koma við einum øðrum góðum ráði: Tað er sera týdningarmikið at ventilera væl, so eitt, sum eg altíð geri, tað er at opna splittuna í buksunum. So gýsur tað so væl ímillum.

Tú ert góður. Hevur tú ongan matpakka við?

– Nei. Eg havi slett ikki bindindi at smyrja matpakka. Tá ið eg ætli mær ein fjallatúr, so gongur tað skjótt fyri seg. Men orka má til, so eitt, sum eg plagi at gera, tað er at vakumpakka nakrar nøtir, rosinur og gummibamsur frammanundan. Eg havi altíð nakrar sovorðnar orkuposar liggjandi heima, so tá ið eg fari í fjøllini, so hurri eg ein sovorðnan í ryggsekkin, og so leypi eg avstað.

Onnur hava ofta turran fisk, spik og annað gott við. Tað sigur tær einki?

– Nei, matur sigur mær einki. Fyri meg er tað bara orka. Ella tað passar kanska ikki heilt. Herfyri var eg ein túr við einum vinmanni. Eg hevði mínar nøtir við, og tá ið vit settu okkum, nú hevur hann matpakka við til okkum báðar: breyð við kjøti, rullupylsu og øðrum góðum. Tá fór eg at umhugsa mína støðu av nýggjum, tí tað kom heilt øgiliga væl við. 

Og so kom sólin fram, meðan eg gekk har og át. Eg fór at veipa við ørmunum, byrjaði at syngja og takkaði gudi. 

Nú komi eg í tankar um ein annan túrin hjá mær í Vágum. Eg hevði sett mær fyri at gingið øll fjøllini í oynni í einum. Eg helt kanska, at fjøllini vóru eini 14 í tali, men tað vísti seg, at har eru 46 skrásettir fjallatindar. Meðan eg gangi, nú verður so keðiligt veður, og náttin kemur á. Tá var eg í Gásadali. Har er eitt alment nátthús, so eg fór inn har at kroka. Eg hopaði, at har var ein radiatorur, men tvass, einki av nøkrum slag, so eg bara kølnaði, sum náttin leið. So ringdi eg eftir pápa at koma eftir mær. Eg svav hjá foreldrunum í nakrar tímar, og tá ið eg so fekk eygu, koyrdi pápi meg aftur til Gásadals. Eg fór til gongu, men har var enn lortaveður, og tá ið eg kom niðaná, var alt blivið vátt, gps’ari, telefon, og hvat veit eg. Eg var um at villast í ringa sýninum, men eg fann so rásina og kom oman í ein dal. Tá lætnaði mjørkin, og vindurin minkaði, so nú var lagið betri. Tá var eg blivin svangur, so eg hugdi í ryggsekkin. Tað veit gud, mamma hevði smurt mær matpakka. Og halga hann kom væl við. Sum tað smakkaði. Og so kom sólin fram, meðan eg gekk har og át. Eg fór at veipa við ørmunum, byrjaði at syngja og takkaði gudi. So jú, ein góður matpakki er ikki altíð so galin.

Tú fyrireikar teg til ein annan túr nú, havi eg frætt.

– Ja. Næsti túrurin verður niðan á Ama Dablam í Himalaiafjøllunum. Har havi eg verið áður, men eg kom ikki longur enn til legu 2, tí illveður kom á okkum. (Lega 2 er ein tjaldlega á 6.000 metra hædd, har ið fjallaklintrarar spara upp á orkuna og sova, áðrenn roynt verður at røkka toppinum á Ama Dablam). So har fari eg aftur. Nú gangi eg túrar í Føroyum við tungum ryggsekki fyri at trena til túrin. Herfyri gekk eg við 45 kilo í ryggsekkinum. Men tað er bara fjas, tí eg fari ikki at bera so nógv kilo, tá ið eg fari niðan á Ama Dablam, vænti eg. Sherpafólkið (t.e. lokalfólk sum bera ymiskt fyri fjallaklintrarar) noyða meg at betala nakrar dollarar, so at tey kunnu bera fyri meg. Seinast slapp eg næstan ikki at bera mína egnu byrðu niðan á legu 2. Seinasti venjingartúrur í Føroyum var av Sandavágshálsi til Gásadals eftir oyggj. Eg gekk eisini oman á Víkar og so uppaftur til Gásadals. Tað er ein fúl brekka niðaná. 

Hetta ljóðar øgiligt. Skal mann veruliga fyrireika seg so væl til sovorðnar túrar?

– Nei, slett ikki. Eg veit ikki hví, at hatta verður geilað upp, at mann skal vera í so góðum formi, tá ið mann fer slíkar fjallatúrar í útlondum. Tað noyðast føroyingar ikki; teir, sum eru vanir at ganga í haganum. Tað snýr seg mest um at duga at ganga. At vita, hvussu mann sparir upp á orkuna. Sovorðið sum er natúrligt fyri nógvar føroyingar. Ein grundvenjing er nokk, og hana hava flestu føroyingar.

Jensjáku, takk fyri prátið og góðan túr til Himalaia!

– Ja, hygg her, lat meg líka vísa tær eina mynd frá seinasta túri niðan á Ama Dablam. Hygg: Sært tú fuglin har? Hann flýgur undir mær. Her svóvu vit í leysari luft. Ama Dablam er ikki bara-bara. Minnist einaferð, tá ið eg var í Mount Everest Basecamp, og vit sótu og prátaðu í teltinum: Eg greiddi hinum fjallaklintrarunum frá, at næsti túrur hjá mær fór sannlíkt at vera niðan á toppin á Ama Dablam. Tú skuldi havt sæð eyguni í teimum. At eg tordi tað. Har var ein, sum segði, at hann hevði verið á tí fjallinum, men hann var skjótur at leggja afturat, at har fór hann ongantíð aftur. Hetta vóru garvaðir fjallaklintrarar, og tey reypaðu øgiligt um øll hesi heimsins fjøll, sum tey høvdu verið á. Og har sat eg, ein miðvingur, so eg vísti teimum eina mynd av Tindhólmi og spurdi, um tey nakrantíð høvdu verið har. Nei, tað høvdu tey ikki. Ná, men tað havi eg, svaraði eg so og legði afturat, at eg havi verið uppi á øllum teimum fimm tindunum: Ytsta, Arna, Lítla, Breiða og Bogna.

Myndir: Henry á Fríðriksmørk (blablabla.fo)