Henry á Fríðriksmørk (blablabla.fo) | August 2026
Í LEYSUM LOFTI Í SANDOY
Snøgg er hon. Sandoyggin. Her eru eingir grefligir tindar sum í oyggjunum norðanfyri. Tað er einki at siga til, at yrkjarar samanbera oynna við ein kvinnukropp, árund sum hon er við sínum heyggjum og dølum. Men í dag fer Sandoyggin at vísa seg frá síni villu síðu.
Eg eri staddur í høvuðsstaðnum í oynni. Á Sandi. Ella ‘heima á Sandi’, sum tey siga her. Her búgva 559 fólk (juli 2026). Ein teirra er Bjarki Henriksen. Bjarki er ein maður við nógvum síðum. Hann er umsjónarmaður í bygdini, og so er hann eisini varðaborgarstjóri. Ein onnur síða av honum – ella skuldi eg sagt ‘síga’ – er at fara í bjørgini. Bjarki er sigmaður og hevur sigið í bjørgum, síðan hann var ungur. Tá var tað eftir eggum. Nú fer hann við ferðafólki.
Tað er gráligt veður í dag. Á einum parkeringsplássi beint við skúlan í bygdini standi eg og bíði eftir Bjarka. Hiðani skulu vit koyra í hansara bili til staðið, har ið sigið verður. Meðan eg bindi lissurnar á fjallaskónum, kemur ein gráur vørubilur trillandi inn á parkeringsplássið. Eg kenni ikki Bjarka. Tað einasta, eg veit um hann, er, at hann sígur í bjørgunum. Men maðurin, sum kemur úr vørubilinum, er eingin ungur maður. Bjarki er 68 ára gamal.
Vit koyra vestureftir úr bygdini á leiðini til Søltuvíkar. Bjarki er prátingarsamur, sum bygdarmenn ofta eru, men áðrenn vit ordiliga koma í gongd við prátið – vit hava ikki koyrt í meira enn í 1-2 minuttir – nú parkerar hann bilin beint við gandakenda “Bindisteinin”, sum við árunum má sigast vera vorðið eitt staðarmerkið fyri Sandsbygd.
– Hvar skulu vit fara fyrst? spyr hann meg. Á helluna ella niðaná?
Líka veit eg. Men áðrenn eg nái at hugsavna meg, er Bjarki farin til gongu út á helluna. Eg hevði fyrireikað onkrar spurningar til samrøðuna, men eg varnist nú, at eg eri als ikki mentalt fyrireikaður upp á sjálvan dagin. Vit ganga eftir rókini. Eg klívi upp um stórar steinar, og glíði eg, eru tað 20 metrar niður á sjógv. Bjarki fer hoppandi avstað, sum var hetta ein asfalterað gongugøta.
– Hetta er hellan, sigur hann. Her er gott rásarúm, sært tú. Her sita tey, sum eru omankomin, og drekka kaffi, meðan tey bíða eftir hinum. So sita tey og hyggja upp og flenna at tí næsta neyðardýrinum, sum liggur og darlar í leysari luft, har sum tey sjálv hingu fyri løtu síðan.
“Tann, sum er bangnast, fer fyrst.”
Meðan Bjarki peikar upp og vísir mær leiðina, sum sigið verður eftir, komi eg í tankar um, at hann og eg høvdu ikki avtalað, hvørt vit báðir skuldu síga henda dag ella ikki. Eg hevði biðið hann tikið útgerðina við, men tað var, tí at eg vildi taka myndir av hesum til greinina. Man hann halda, at eg ætli mær at síga eisini?
Eina lítla løtu seinni (presist fimm minuttir og 30 sekund) so eru vit staddir í erva – á Nípu – á júst sama stað, sum Bjarki stóð og peikaði niðaná frá helluni. Nú stendur hann og peikar oman á helluna. Útgerðin liggur lukkutíð enn í bilinum.
– Vit eru sum oftast tríggir mans, sum fara við fólki at síga. Túrurin byrjar við at fara út á helluna við fólkunum, og so kunnu tey hyggja upp og síggja meg síga niður til teirra. So fáa tey líkasum eina hóming av tí heila, áðrenn tey sjálv skulu síga niður. Síðan fara vit øll niðan á Nípu saman at síga, greiðir Bjarki frá.
Nú sær sólin á Nípu. Útsýnið hiðani er bergtakandi. Gróthúsvatn, Salthøvdi (ella ‘Høvdin’, sum heimasandsfólk siga), síðan Skúvoyggin – og aftast, nakað kámari, Suðuroyggin. Eg spyrji Bjarka, hvussu nógvum fólkum teir síga við.
– Tað er ójavnt, tað er ójavnt.
Bjarki tosar týtt. Og tá ið setningarnir eru stuttir, hevur hann lyndi til at endurtaka teir tvær ferðir. Hann heldur fram:
– Her koma skúlaflokkar, arbeiðspláss, tað er øgiliga ymiskt. Polterabend eisini. At síga er upplagt fyri menn, sum dáma væl at reypa, flennur hann.
– Men, men! leggur hann afturat: Vit hugsa nógv um trygdina. Mann má ikki hava drukkið alkohol, áðrenn mann sígur. Tað kann mann gera aftaná, skoytir hann uppí við einum glimti í eyganum.
SIGIÐ ALT LÍVIÐ
Meðan vit spáka oman til gráa vørubilin, greiðir Bjarki mær frá, at teir hava sigið við fólki her í eini 5-6 ár. Síðan koronu.
Men Bjarki er royndari maður enn so. Fer mann í bjørgini við Bjarka, er mann í góðum hondum, tí hann hevur sigið eftir eggum, síðan hann var ungur maður:
Pápi bað meg aftur standa á eggini og halda í tognum, men tá segði eg við hann: Veitst tú hvat, eg fylli skjótt 25 ár, og um eg ikki sleppi at síga nú, so fari eg heimaftur. Tá mátti hann geva seg. So seig eg niður í skorarnar, og tað var sum at koma í eina aðra verð. Síðan tá havi eg sigið allastaðni í oynni. Eg eigi sjey synir, og fleiri av teimum koma javnan við mær at ræna egg. Men tá ið teir vóru lítlir, tá var tað sama søgan, sum tá ið eg var smádrongur. Teir júkaðu um at síga, og eg segði hvørja ferð: Nei, bíða til næsta ár. Men teir eru sum himmalsins fuglar, teir tora so forbiðið væl, sigur Bjarki flennandi, tó eisini eitt sindur errin.
Bjarki sigur, at tað finnast nógv bjargafólk kring landið enn í dag. Í oynni eru teir eini 12-13 mans, sum síga. Og eggini eru góð, serliga lomvigaegg er góður matur, sigur hann.
Sum føroyingur hugsi eg, at hetta við at síga við fólki til stuttleika er eitt gott dømi um, hvussu ferðavinnan er við til at bera eina aldargamla vitan víðari. Tí nú á døgum síga flestu okkara ikki longri niður enn í kølidiskin eftir innfluttum búreggum.
Bjarki finnur útgerðina fram úr lastrúminum at vísa mær. Har er skil í. Eg fái at vita, at línan tekur 1000 kilo. Teir kundu lorað eitt áarross niður, skuldi tað verið. Eg spyrji Bjarka, hvussu teir bera seg at, um fjáltur kemur á fólk, og tey ikki vilja síga.
– Tað kemur næstan ikki fyri, at nakar stendur eftir. Eg havi so góðar talugávur, veitst tú. Eg plagi at siga við tey, at tann, sum er bangnast, fer fyrst. Tí tey, sum tora, tey kunnu standa og bíða eina løtu. Men tey, sum eru bangin, tey gerast bara bangnari og bangnari, so hvørt sum tað minkar í flokkinum.
Hesi bjóða upplivingar at síga
ØLL KUNNU SÍGA
Men tað er øgiliga ymiskt, hvørjar typur koma til Sands at síga, greiðir Bjarki frá:
– Ein útlendsk mamma kom her við tveimum synum. Synirnir vóru púra vekk og spurdu, um teir kundu sleppa umaftur. Tá høvdu vit so góða tíð, so tað var gaman í. Men mann kann eisini síga, sjálvt um mann er uppi í árunum. Hygg bara at mær, eg tátti í 70. Og tað bilar heldur ikki, um mann ikki er væl fyri kropsliga, ella um mann vigar eitt sindur. Øll kunnu síga.
Tað stuttligasta fyri meg, tað er at síggja fólk, tá ið tey koma niður á helluna, niður á slætt. Tað er øgiligt, hvat tey flenna. Um tey hava verið eitt sindur bangin, og tey nú standa og síggja onkran, sum er uppaftur bangnari, so eru tey næstan deyð, sum tey flenna. Og tey, sum reypa mest, áðrenn tey síga, eru eisini ofta tey, sum rópa mest, tá ið tey so fara útav.
Bjarki stendur við reipum og øðrum í hondini. Nú festir hann eyguni á Nípu og skeitir síðan at mær við einum skálkasmíli:
– Men hvat sigur tú? Skulu vit fara niðan at síga?