Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Hví skulu vit lesa – meira?

BÓKADAGAR 2026: Pallborð við Rithøvundafelag Føroya

Rithøvundar skriva við einum endamáli: at verða lisnir. Kortini letur til, at lesihugurin minkar.
Hví er tað so týdningarmikið, at øll lesa, bæði børn, ung, vaksin og gomul? Hvussu ávirka bókmentir okkum sum menniskju og samfelagið sum heild? Hevur tað týdning, akkurát hvat vit lesa, og ger tað nakran mun, á hvørjum máli vit lesa?
Hetta verður viðgjørt á pallborðskjakinum hjá Rithøvundafelagnum. Viðkomandi luttakarar fara at seta teir stóru spurningarnar og koma við nøkrum svarum.
Luttakarar Oddfríður Marni Rasmussen: orðstýrari. Hann er lærari á Skúlanum á Fløtum og næstformaður í Rithøvundafelag Føroya, umframt rithøvundur, týðari og ritstjóri fyri Vencil, eitt føroyskt tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum.
Guðrið Reinert Poulsen. Hon er lærari í Skúlanum á Argjahamri, arbeiðir miðvíst við at økja um lesihugin hjá børnum og er mamma Oliviu og Jónu Reinert Joensen, ið reka poddvarpssendingina Ung lesa í Kringvarpinum.
Jens Christian Carlsson. Hann starvast sum lærari í Skúlanum á Fløtum og hevur verið við ymiskum skúlabókaútgávum umframt sjálvur at geva bøkur út sum t.d. Hugleiðingar av marbakkanum (2023). Hann er haraftrat ein, sum lesur og endurlesur bøkur serliga nógv.
Birgir Kruse. Hann er mentanarmiðlari, lærari og hevur eina pedagogiska diplomútbúgving í samskifti. Hann hevur verið við í ymiskum skúlabókaútgávur og í yvir 20 ár hevur hann bloggað á føroyskum undir heitinum Birk.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur