Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Høvundakorterið: Vivian Sjóðklett

BÓKADAGAR 2026: Bókaaktuellir høvundar lesa upp

Rithøvundurin Vivian Sjóðklett lesur upp úr bókini Djúpt inni í skóginum – Finnast fjølbroytt loyndarmál.
Bókin Djúpt inni í skóginum - Finnast fjølbroytt loyndarmál er skrivað til vaksin at lesa saman við børnum um kropp, vøkstur, tankar, kenslur, mørk, kærleika, kyn og seksualitet. Hon inniheldur sjey barnasøgur, sum geva innlit í heimin hjá barninum og lata upp fyri samrøðum um tað, sum kann vera torført at seta orð á. Hon gevur barninum størri fatan av egnum kroppi, mørkum og vilja.
Tónleikur Við bókini kemur eisini ein tónleikaútgáva. Edvard Nyholm Debes og Vivian Sjóðklett hava gjørt tónleikin, Uni Debes hevur framleitt, og børn frá Frítíðarskúlanum á Fløtum syngja saman við Malan Eyðunsdóttir og Dánjal Gomez sangin Hvussu bleiv eg til? Bók og tónleikur verða givin út av Tutl og Hit Forlag.
Um høvundin Vivian Sjóðklett (f. 1975) gav sína fyrstu barnabók Ýr út í 2000. Hon er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur við ástøði í C. G. Jung og kynslívsfrøðingur. Við drúgvum royndum í arbeiði við børnum og familjum brúkar hon søgur og skapandi arbeiði til at møta barninum, har tað er.
Bókin er sprottin úr einum ynski um at gera tað lættari at byrja tær samrøðurnar, sum børn og vaksin hava tørv á.
Høvundakorterið er tiltaksrøð hjá Rithøvundafelag Føroya, har limir nýta høvi at lesa upp úr egnum nýprentaðum tekstum. 
Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur