Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Høvundakorterið: Rakel Helmsdal
BÓKADAGAR 2026: Bókaaktuellir høvundar lesa upp
Høvundakorterið er tiltaksrøð hjá Rithøvundafelag Føroya, har limir nýta høvi at lesa upp úr egnum nýprentaðum tekstum.
Bókin Ikki fyri ræðuskítar! Nordic Nightmares - The Best of Nordic Horror er ein ensk stuttsøgusamling, ið er ritstjórnað av Margrét Helgadóttir, og útgivin í 2026. Talan er um 20 ræðusøgur úr øllum Norðurlondum. Rakel Helmsdal lesur brot úr sínari stuttsøgu, When the Angels Came.
Um høvundan Rakel Helmsdal (f. 1966) er rithøvundur og listafólk. Hon hevur skrivað 26 bøkur til børn, ung og vaksin, og flestu teirra kunnu lesast av fólki í øllum aldri og kunnu tí kallast allaaldrabøkur. Við skulpturellari list og listagrafikki myndprýðir hon eisini sínar egnu bøkur.
Fleiri av bókunum hjá Rakel Helmsdal hava verið í uppskoti til og fingið virðislønir, bæði føroyskar, íslendskar og norðurlendskar. Rakel Helmsdal hevur í fleiri umførum verið í uppskoti til ALMA-virðislønina, sum er størsta altjóða barnabókmentavirðislønin. Bøkurnar eru komnar á upp til 19 málum, m.a á pólskum, sámiskum, kinesiskum, arabiskum og katalanskum.
Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar