Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Høvundakorterið: Hanus Kamban
BÓKADAGAR 2026: Bókaaktuellir høvundar lesa upp
Rithøvundurin Hanus Kamban lesur upp úr bókini Úr høvundsins smiðju.
Bókin Í Úr høvundsins smiðju hevur høvundurin savnað saman eitt úrval við teimum mest áhugaverdu tekstunum – ritgerðum, hugleiðingum, søguligum, politiskum og listarligum viðgerðum, ummælum, portrettum og minningarorðum – sum hann hevur fest á blað og almannakunngjørt ta seinastu hálvu øldina.
Her eru umrøður av rithøvundum sum Sigurd Hoel, Thomas Mann, George Orwell og Arthur Koestler og – um vit venda okkum til Føroya – Duritu Holm, Oddvør Johansen og Bergtóru Hanusardóttur. Somuleiðis eru í bókini portrett av sangarum og musikarum sum Leonard Cohen og Bob Dylan, av yrkjarum og sjónleikaskrivarum sum Harold Pinter og – um vit leita aftur í 18. øld - av skaldinum, listarmanninum og tí gátuføra sjónarmanninum William Blake.
Í eini drúgvari søguligari viðgerð verður greitt frá, hvussu ríkið Iran – upprunaliga Persia – longu í 1953 vaks fram til at verða eitt fólkaræði í europeiskari merking, og hvussu USA beindi fyri hesum framstigi. Í fyrilestrinum Carpe Diem – hildin á Føroya Studentaskúla í 2OO6 – er evnið “Hugvísindir og teirra leiklutur í einum nútíðar skúlaverki.”
Høvuðsevnini í hesum verki eru humanisma, fólkaræði og javnstøða. Tann drúgvi navnalistin seinast í verkinum ger tað lætt hjá lesaranum at leita eftir persónum og evnum.
Høvundakorterið er tiltaksrøð hjá Rithøvundafelag Føroya, har limir nýta høvi at lesa upp úr egnum nýprentaðum tekstum.
Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar