Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Høvundakorterið: Hanus Kamban

BÓKADAGAR 2026: Bókaaktuellir høvundar lesa upp

Rithøvundurin Hanus Kamban lesur upp úr bókini Úr høvundsins smiðju.
Bókin Í Úr høvundsins smiðju hevur høvundurin savnað saman eitt úrval við teimum mest áhugaverdu tekstunum – ritgerðum, hugleiðingum, søguligum, politiskum og listarligum viðgerðum, ummælum, portrettum og minningarorðum – sum hann hevur fest á blað og almannakunngjørt ta seinastu hálvu øldina.
Her eru umrøður av rithøvundum sum Sigurd Hoel, Thomas Mann, George Orwell og Arthur Koestler og – um vit venda okkum til Føroya – Duritu Holm, Oddvør Johansen og Bergtóru Hanusardóttur. Somuleiðis eru í bókini portrett av sangarum og musikarum sum Leonard Cohen og Bob Dylan, av yrkjarum og sjónleikaskrivarum sum Harold Pinter og – um vit leita aftur í 18. øld - av skaldinum, listarmanninum og tí gátuføra sjónarmanninum William Blake.
Í eini drúgvari søguligari viðgerð verður greitt frá, hvussu ríkið Iran – upprunaliga Persia – longu í 1953 vaks fram til at verða eitt fólkaræði í europeiskari merking, og hvussu USA beindi fyri hesum framstigi. Í fyrilestrinum  Carpe Diem – hildin á Føroya Studentaskúla í 2OO6 – er evnið “Hugvísindir og teirra leiklutur í einum nútíðar skúlaverki.”
Høvuðsevnini í hesum verki eru humanisma, fólkaræði og javnstøða. Tann drúgvi navnalistin seinast í verkinum ger tað lætt hjá lesaranum at leita eftir persónum og evnum.
Høvundakorterið er tiltaksrøð hjá Rithøvundafelag Føroya, har limir nýta høvi at lesa upp úr egnum nýprentaðum tekstum. 
Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur