Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Høvundakorterið: Elin á Rógvi

BÓKADAGAR 2026: Bókaaktuellir høvundar lesa upp

Høvundakorterið er tiltaksrøð hjá Rithøvundafelag Føroya, har limir nýta høvi at lesa upp úr egnum nýprentaðum tekstum. 
Bókin Nivinaja er nýggjasta bókaútgávan hjá høvundanum Elini á Rógvi. Um tú ikki kennir Naju, hugsar tú helst, at hon hevur tað gott, at hon er heppin. Hon býr í einum flottum húsum, er eitt stórt talent í svimjing og hevur nógvar vinir har. Men okkurt er galið inni í flottu húsunum. Svimjivinirnir vita ikki, hvat Naja heldur loyniligt fyri teimum. Og okkurt er eisini, ið Naja ikki veit …
Hon kennir tað á sær, hon saknar uttan at vita, hvat tað er, henni leingist eftir. Men ein dag broytist alt. Naja finnur fyrsta leiðitráðin, ið førir hana á eina ferð inn í ein fjaldan heim av lygnum og loyndarmálum.
Um høvundin Elin á Rógvi (f. 1976) er barnabókarithøvundur. Hon býr í Tórshavn og starvast á KVF, har hon ger barnatilfar. Elin hevur skrivað fleiri bøkur til børn í ymsum aldri. Elin á Rógvi fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2024 fyri Flytifuglar.
Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur