Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Uppbyggjandi ella niðurbrótandi? Bókmentaummæli í Norðurlondum

BÓKADAGAR 2026: Samrøða við Paulu Gaard og Lars Bukdahl

Bókmentaummæli eru við til at mynda, hvussu vit møta bókmentum í almenna rúminum. Men kann kritiska lesingin eisini verða sædd sum ein listagrein í sær sjálvum? Hvørji skaldskaparfrøðilig sjónarmið liggja aftan fyri kritikkin, og hvat merkir tað at ummæla bókmentir í norðurlendskum samanhangi, har umhvørvini ofta eru lítil, og øll kenna øll? Hvussu nógv vald hevur bókmentaummælarin, og hvat eyðkennir bókmentaummæli í Føroyum samanborið við Danmark?
Hesir spurningar eru útgangsstøðið í Autor Chap IV, fjórðu útgávuni í norðurlendsku bóklinga- ella chapbook-røðini hjá Autor, sum kannar ymiskt bókmentaligt virki og handverk. Í hesari útgávuni skriva fimm ummælarar og bókmentafrøðingar úr ymiskum pørtum av Norðurlondum um handverk, skaldskaparfrøði og kor í bókmentaummæli.
Paula Gaard er ph.d. í bókmentafrøði frá Fróðskaparsetri Føroya og hevur skrivað ritgerð um bókmentaummæli í Føroyum. Í Autor Chap IV hevur hon skrivað „At siga fyri fyrstu ferð tað, sum longu er sagt“, sum er útgivin á bæði føroyskum og donskum.
Lars Bukdahl er ummælari og ritstjóri og skrivar millum annað fyri Weekendavisen. Hansara íkast til útgávuna eitur „Kritik er en føljeton“.
Forlagið Autor er úrslit av útbúgvingini Litterär gestaltning á Göteborgs Universitet, men er fíggjarliga og fyrisitingarliga óheft av universitetinum. Felagið verður í dag rikið av kandidatum úr Litterär gestaltning og Litterär översättning og gevur út millum annað sína egnu ritrøð, tekstir á netinum undir heitinum Autor Eter, umframt skaldskaparfrøðilig verk í røðini Autor Chap.
Fyriskipari: Forlagið Autor

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur