Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Marra – Rakel Helmsdal
BÓKADAGAR 2026: Rithøvundasamrøða við Sannu Mariu Klein og Rannvá Mortansdóttur
Skaldsøgan Dreymsótt lá leingi ovast á metsølulistum í bókhandlunum, men hon var bara helvtin av søguni. Nú kemur hin helvtin: Marra!
Fimm frásøgufólk royna at bjarga sær og sínum nærmastu í einum ræðuligum samfelagi, har eingin longur lítur á nakran. Einasta vónin tykist vera at flýggja úr landinum. Men hvussu ger ein tað, tá alt verður skrásett, og tað er vissur deyði at verða tikin?
Marra eftir Rakel Helmsdal heldur fram har, sum Dreymsótt endar, og fylgir persónunum, sum nú eru staddir í einari enn verri støðu enn undan miseydnaðu kvettroyndina 25. apríl 2036.
Á Bókadøgum verður nýggja skaldsøgan, sum er framhald av Dreymsótt, løgd fram. Rakel Helmsdal fer at tosa við Sannu Mariu Klein, bókmentagranskara og miðnámsskúlalærara, og Rannvá Mortansdóttur um bókina. Undir samrøðuni fer Sofía Nolsøe at lesa upp úr óhugnaligu skaldsøguni.
Fyriskipari: Forlagið Sprotin
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar