KOMIÐ INN

Seinnu árini eru mat- og kaffistovur sprotnar um alt landið sum páskaliljur í apríl. Hetta er ein pollinering av føroyskum mentanarlívi, sum ger, at brádliga hava svangir og kaffitystir føroyingar hópin av mat- og kaffistovum at velja í. 

Við hús og til arbeiðis – her eru vit tað mesta av tíðini. Men tað finst eitt samfelagsfrøðiligt hugtak, sum eitur "triðja staðið". Hetta sipar til støð, sum hvørki eru arbeiðspláss ella heim. Ein viðarlund, eitt bókasavn, ein kaffistova. Hesi opnu plássini, har ið vit savnast við einum fyri eyga – at koma sama.

Úr opnum vindeygum streymar kaffiroykur

Gjøgnum býin spákandi 

fer ein festligur hundur

– Jóanes Nielsen (Leygarmorgun í Havn, 1978)

Alda viðmælir

Í Føroyum hava vit ikki eins langa siðvenju, og tey hava á meginlandinum í Evropa, at ganga á kafe. Men vit eru komin langt síðan Jinks helst var einasta veruliga kafein í Føroyum, har ið mann fekk tað mest undursama ís-kakaoi. Úrvalið hevur eisini ment seg nógv. Frá feinsmekkara-kaffi, sum rennur niður í Brell, til frálíku vaflurnar frá Hans Esbern í Tjørnuvík, til forvitnisligt heimagjørt í Ástaklokkuni í Havn, til kardamummusnurlur frá Breyðvirkinum, til himmalsk kokoshorn í Café Mormor á Tvøroyri. Tað er nemliga ikki bara í Tórshavn, at mann gongur á kafe. Tað ger mann um alt landið – sjálvt á einum so forkunnugum stað sum í í Mikladali í Kalsoy, har ið Café Eðge er at finna. Roynið teirra frískligu heimagjørdu rabarbulimonadu.

SESSIST

Úrvalið av føroyskum mat- og kaffistovum er líka so fjølbroytt sum veðrið uttanfyri. Veljið ímillum alt frá tí góða gamla (drekkamunn og vafflu við pískaðum róma afturvið) … til tað skjóta (steinovnspitsa og saftigar burgarar) … til tað øðrvísi (poké-skál við tofu) … til tað serliga (familjubronsj í øllum ælabogalitum)

Lívið er best, tá ið vit eru saman við teimum bestu. Ofta snýr tað seg bara um at skapa løtuna – og at finna rætta staðið. 

Mat- og kaffistovur í høvuðsstaðnum

Skeiva Pakkhús

borðreiðir við íblástri úr Italia

Tórshavn

Etika á Áarvegnum

Sushi og japanskir rættir við feskum føroyskum rávørum mitt í Havn

Tórshavn

Brell Café

Brell Café er staðið har Brell Kaffibrennarí sleppur at vísa nýbrent kaffi framm á ymsar modernaðar hættir. Vit fylgja sonevnda "3rd Wave" rákinum.

Tórshavn

Bitin

Nýhugsað smyrjibreyð og góður miðmáli mitt í Tórshavn

Tórshavn

Ástaklokkan

Ein hugnaligt matstað úti í gamla býarpartinum

Tórshavn

Breyðvirkið

Vistfrøðiligt bakarí, sum bakar súrdeiggjbreyð og ymiskt søtt

Tórshavn

Katrina Christiansen

Inspirerað av tapasstílinum, men fullført við íblástri frá føroyskum matsiði og við tí, sum føroyska náttúran og havið hava at bjóða.

Tórshavn

Paname Café

Hugnalig kafe í hølunum há Gamla Bókahandli

Tórshavn

Systrar, Norðurlandahúsið

Vistfrøðiligt og grønt. Heimabakað og søtt. Sterkt, frískligt og lekkurt.

Tórshavn

Kafe Kaspar

Kom inn og fá tær ein lekran kaffimunn ella njót eina skjóta máltíð

Tórshavn

Haps Burgarar & Steaks

Haps borðreiður við góðum gourmet burgarum, búffum og milkshakes.

Tórshavn

Hvonn

Matur við íblástri úr Fjareystri.

Tórshavn

OY

Barr, bryggjarí, sjopp og matstað.

Tórshavn

Fisk & Kips

Fisk og kips á Vaglinum

Streymoy

Hallartún

Barrin í Hallartúni er hugnaliga barrin á Hilton Garden Inn. Barrin selir góðsku drykkir og máltíðir og føroyskar øl.

Tórshavn

Omaná

Kafé í SMS

Streymoy

Gómagott

Faroese chocolate made from the very best, hand-picked ingredients and by the highest production standards

Tórshavn

Kaffihúsið

Eitt nútímans kaffihús undir Bryggjubakka í Vágsbotni

Tórshavn

Restaurant Toscana

Hugnaligt italiensk huglag í hesi lítlu matstovuni í miðbýnum.

Tórshavn

Húsagarður

Norðurlendsk matstova á Hotel Brandan

Tórshavn

Bistro 1. Hædd

Matstovan á Hotel Hafnia, har óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar.

Streymoy

Sushi Daily

matstova í SMS við sushi og øðrum asiatiskum serrættum

Tórshavn

Kjøt

KJÖT borðreiðir við burgarum, fiski & kips og gøtumati mitt í Tórshavn.

Tórshavn

Mat- og kaffistovur kring landið

Tað finnast sjálvandi eisini nógvar mat- og kaffistovur uttan fyri høvuðsstaðin. Kannið líka, um tað er opið, áðrenn tit fara frá húsum, tí summi hava bert opið á sumri.