HER ER GOTT AT SITA

Brádliga var Heimablídni á øllum varrum. Men hvaðan stavar hetta fyribrigdið? Er hetta gamal føroyskur siður ella snild ferðavinnustrategi?

Einki ilt um caffe latte-mentanina og matstovuvinnuna, men tað var ikki gamalt at fara í býin at drekka kaffi ella at fara út at eta. Gamalt var at ganga inn til hvønn annan. Tað hava føroyingar altíð gjørt. Durasnapsurin og bindiklubburin og aðrir serligir siðir eru sprotnir úr hesum. 

HVAT ER HEIMABLÍDNI AKKURÁT?

Heimablídni er ikki bara eitt ekkó av okkara mentan. Við fyribrigdinum og kanska sjálvum heitinum Heimablídni hava vit onkursvegnað ítøkiliggjørt henda sjáldsama siðaarv. Tit verða boðin inn í fremmant heim, men tit verða møtt, sum vóru tit gamlir kenningar. Og tit seta tykkum til rættis, og rættirnir koma á borðið, ein fyri og annar eftir: gamlar familjuuppskriftir kryddaðar við anekdotum úr lokaløkinum. Nýggir smakkir, nýggj minni. Alt er so heimligt og nýtt í senn. 

Tað er ein langur riðil av gestablíðum vertum úr øllum landinum, sum bjóða tykkum inn í heim sítt. Og tey borðreiða fyri tykkum við tí besta, tey hava at bjóða: alt millum fjals og havs.

Heimablídni

NEYVARI YVIRLIT?

Heimasíðan Eatlocal.fo er eisini eina vitjan verd. Hetta er staðið, har ið flestøll bjóða hesar upplivingar fram. Farið og forvitnist.