Vistu tit, at mong smærri søvn hava fasta upplatingartíð í summar? Her er eitt yvirlit:

Smá listasøvn:

  1. Ruth Smith-savnið í Vági
    Mikudag, fríggjadag og leygardag kl. 15–17
  2. Williamshús í Havn
    Sunnudag kl. 15–17
  3. Listasavnið heima á Sandi
    Hósdag, fríggjadag, leygardag og sunnudag kl. 13–16

Smá søgusøvn:

  1. Bygdasavnið Látrið á Eiði
    Mánadag kl. 10–12 og hósdag kl. 14–17
  2. Báta- og listasavnið í Leirvík
    Mánadag, týsdag, mikudag og hósdag kl. 13–16
  3. Hvalastøðin við Áir
    Leygardag og sunnudag kl. 10–17
  4. Krígssavnið í Sørvági
    Leygardag og sunnudag 14-17
  5. Ovasavnið í Nólsoy
    Mána-, týs-, hós- og leygardag kl. 12–17 og miku- og fríggadag kl. 10-17
  6. Sands Bygdasavn
    Mána - leygardag kl. 14-16
  7. Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn
    Mána-, mik- og hósdag kl. 11-14 og ley- og sunnudag 14-17
  8. Blásastova í Norðragøtu
    Týsdag - leygardag kl. 13-16 (rundvísing kl. 13 og 14:30)
  9. Dúvugarðar í Saksun
    Mánadag – sunnudag kl. 10–16
  10. Sjóvar fornminnafelag (rundvísing kl. 14:30 og 16)
    Sunnudag kl. 14–17
  11. Kálvalíð í Miðvági
    mánadag, hósdag og leygardag kl. 14 – 16
  12. Norðoya Fornminnasavn
    Gerandisdagar frá kl. 11 - 15

Vitjið søvnini og gloymið tíð og stað. Ella rættari – minnist tíð og stað.

Søvn við upplatingartíðum alt árið

Saknar tú eitt savn á listanum? Boða okkum frá á info@visitfaroeislands.com