SØVN SAVNA OKKUM SAMAN
Øll søvn hava trý ting í felag. Tey varðveita okkara fortíð, tey læra okkum at skilja okkara samtíð, og tey geva okkum íblástur til at skapa okkara framtíð.
Leikluturin, sum søvn hava í dagsins samfelagi, er vorðin týdningarmiklari enn nakrantíð áður. Tey menniskju, vit eru í dag – mátin, vit hugsa og tosa og koma saman – minnir í stóran mun um tey menniskju, vit vóru fyri 100 árum síðan. Men nú førir tøknin og alheimsgerðin við sær, at víðfevndar, sosiologiskar broytingar fara fram beint fyri eygu okkara. Føroyar verða ikki somu Føroyar um 25 ár, og tað fara vit at síggja, tá ið vit vitja søvn í framtíðini.
LISTASØVN
Listasavn Føroya
har tað besta av føroyskari list verður sýnt fram
Tórshavn
Listasavnið á Sandi
Eitt frálíkt savn av oljumálningum, bronzum, vatnlitamyndum, prenti og tekningum
Sandoy
Steinprent
Litografiskur verkstaður og gallarí á Skálatrøð ið arbeiðir við yrkislistafólk
Tórshavn
Gallarí Havnará
Framsýningarhøli
Tórshavn
Ruth Smith Savnið
Nógv verk, ofta naturalistisk realistisk, málaði hon á Nesi í Vági
Suðuroy
Báta- og Listasavnið í Leirvík
Í savninum eru fleiri gamlir føroyskir bátar og ørgrynna av ymiskum lutum.
Eysturoy
Gallarí Oyggin
List, hugnalig kafé, listarhavi og eitt serligt orangerí
Suðuroy
Williamshús
Varðveitta heimið og arbeiðsstaðið hjá Williami Heinesen
Tórshavn
Gallarí á Stongunum
List og søga møtast í einum serstøkum gallaríi í Klaksvík
Norðoyggjar
Glarsmiðjan
Listahandil
Tórshavn
Myndlist
List, plakatir og lista útgerðir
Tórshavn
SØGUSØVN
Tað var ein, sum segði, at eitt fólk, sum ikki kennir sína fortíð, kennir ikki seg sjálvt.
Í Føroyum kenna vit øll hvønnannan, og søgusøvnini eru nógv (og her meinast altso ikki ‘søvn við stuttsøgum’, men ‘bygningur við søguligum lutum’).
Munurin á listasøvnum og søgusøvnum er, at í listasøvnum snúgva framsýningarnar seg um – ja, list. Framsýningar í søgusøvnum kunnu snúgva seg um hvat sum helst.
Í Nólsoy er Ovasavnið, sum heiðrar Ova Joensen – kappan, sum róði einsamallur úr Føroyum til Keypmannahavnar. Í Vágunum er Krígssavnið við lutum frá øðrum veraldarbardaga. Við Áir er Hvalasavnið. Á Argjum er Sjósavnið. Umframt hesi eru ein rúgva av bygdasøvnum kring landið.
Og so sjálvandi eisini Tjóðsavnið. Á, hvat ið ikki er at síggja í Tjóðsavninum. Útdeyði gorfuglurin? Útdeyði hvítravnurin? Útdeyði dímunarseyður? Ja, ja og ja. Umframt djór (sum eisini fevnir um beinagrindir av stórhvalum) eru søguligir bátar og fornfrøðiligir lutir frá víkingatíðini. Og nú mundu vit púrasta gloymt tað besta av øllum – kirkjubøstólarnar frá 1400-talinum!
Vitjið søvnini niðanfyri og gloymið tíð og stað. Ella rættari – minnist tíð og stað.
Tjóðsavnið
Føst framsýning um føroyska náttúru- og mentanarsøgu
Tórshavn
Hoyvíksgarður
Far aftur í tíðina á einum søguligum føroyskum bóndagarði frá 1812
Tórshavn
Krígssavnið
Árini ið broyttu oynna!
Vágar
Savnið á Mýri í Hovi
Livandi innlit í saltfiskasøguna og eitt týðandi føroyskt vinnuskeið
Suðuroy
Hvalastøðin við Áir
Vitja síðstu varðveittu hvalastøðina á norðaru heimshálvu
Streymoy
Koltur
Tíðarfestingar vísa, at fólk hava búð Heima í Húsi síðan víkingaøld í 800-900 ár
Streymoy
Vestmanna Bygdasavn
Framsýning um ullaframleiðslu
Streymoy
Blásastova
Kom á eina ferð aftur í tíðina, við at vitja savnið í Norðragøtu
Eysturoy
Dúvugarðar (søgusavn)
300 ára gamal bóndagarður í Saksun
Streymoy
Bygdasavnið Látrið
Kom og uppliva gomlu húsini hjá Látrabóndanum!
Eysturoy
Sands Bygdasavn
Stíg inn í ein gamlan føroyskan heim og uppliv lívið fyrr í tíðini
Sandoy
Ovasavnið
Uppliv søguna um Ova Joensen og tiltikna bragdið tvørtur um Norðuratlantshavið
Streymoy
Kálvalíð
Kálvalíð er fornminnisavn í Miðvági, og er allarhelst elsta fornminnisavn í Føroyum.
Vágar
Søgusavni í Vestmanna
Ein øðrvísi frágreiðing um Føroya søgu
Streymoy
Sumbiar sóknar bygdarsavn
Uppliv søgu, náttúru og gerandislív úr sunnastu bygdunum
Suðuroy
Húsini við Brunn
Stíg inn í ein søguligan Nólsoyarheim við røtum í 1600-talinum
Streymoy
Bátasavnið í Fuglafirði
Gamlir føroyskir bátar og siðbundin útgerð í Ribarhúsi í Fuglafirði
Eysturoy
Bygdasavnið Forni
Uppliv føroyskt gerandislív og handilslív frá farnum tíðum
Eysturoy
Sørvágs Bygdasavn
Sørvágs Bygdarsavn hevur eitt fjølbroytt savn av søguligum lutum og gripum.
Vágar
Sluppsavnið
Uppliv søguna um sluppirnar úr Vági, sum fórust undir krígnum
Suðuroy
Vestmanna Bygdasavn
Framsýning um ullaframleiðslu
Streymoy
Porkeris Bygdasavn
Uppliv søguna og gerandislívið í Porkeri fyrr í tíðini
Suðuroy
Báta- og Listasavnið í Leirvík
Í savninum eru fleiri gamlir føroyskir bátar og ørgrynna av ymiskum lutum.
Eysturoy
Norðoya Fornminnasavn
Kom inn í gomlu Klaksvíkina og fá eitt innlit í lívið fyrr í tíðini
Norðoyggjar
Bygdasavnið á Nesi
Vitja bygdasavnið í gamla prestagarðinum á Nesi
Eysturoy
Roykstovan í Kirkjubø
Bóndahús síðani ár 1100
Streymoy
Manglar eitt savn á listanum? So er gott at skráseta savnið her, og vit leggja tað aftrat listanum.