AHHH …
Í einum heimi, har ið vit gerast meira og meira bundin at telefonini; har ið arbeiðið fyllir meira og meira; og vit í heilum fara til ymisk ítriv, fundir, føðingardagar – tá gloyma vit ofta at forkela okkum sjálv.
Men tað finst eitt gylt høvið í degnum til heilsubót. Tá ið vit keða okkum. Tí tann løtan kemur sanniliga eisini sníkjandi viðhvørt. Kanska serliga um vetrarmánaðirnar. Ein leygarmorgun ella eitt mikukvøld.
Vælvera kostar ikki nógvar pengar. Tað krevur bara, at mann setur eina løtu av til tað. Tá ið tit seta tykkum í ein hitapott, í sauna, í spa, eitt kuldakar – tá er tað sum, at kroppurin alt fyri eitt sigur: Hetta var akkurát tað, sum manglaði!
Tilboðini eru mong, hvat viðvíkur heilsubót og sálarró. Tit kunnu eisini tekna tykkum til pilates og yoga. Fáið íblástur niðanfyri.
Ress Spa
Steðga á og njót eina friðarløtu.
Tórshavn
Klaksvíkar svimjihøll
Svimjihøllin hevur tríggjar hyljar, ein 25 metra kappingarhyl, ein heittvatnshyl og eitt baðiland
Norðoyggjar
Havdypp
Njót nátturu spa við havdypp, sauna og kaldabað í Føroyum.
Streymoy
Saunadypp Glyvrar
Føroya fyrsta og einasta flótandi sauna
Eysturoy
Sjódypp
Njót eitt friðarligt sjóbað í Tjaldavík
Suðuroy
Kvirra
Kvirra bjóðar saunagos og andadrátsvenjingar
Vágar
DIP62
Privat sauna og hitapottur
Tórshavn
Vælveruøkið í Leirvík
Í svimjihøllini í Leirvík er eitt nýtt og nýmótans uttandura vælveruøki.
Eysturoy
Saunadypp Leirvík
Flótandi sauna, kalt dypp og vælvera í føroysku náttúruni
Eysturoy
Bylgjan Svimjihøll
Svimjihøll í Runavík við hyljum og góðum umstøðum til alla familjuna
Eysturoy
ALDA Spa
Finn ró og hita í Alda Spa mitt í Klaksvík
Norðoyggjar
Sauna & hitapott, við útsýni yvur Sandagerð
Ein sonn vælveru perla, við útsýni yvur Sandagerð
Tórshavn
Saunagos við Sjógv í Kollafirði
Løta við hita, kulda, góðum angum, ró og nýggjari orku fyri bæði likam og sál
Streymoy
Gundadalur vælveruøki
Ein friðsæl løta við hita og køldum kørum mitt í Havn.
Tórshavn