Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
WAKO + Alex Ridout í skúlanum í Nólsoy
Jazzkonsert, við tónleikarum úr Føroyum, Noregi og Stórabretlandi
Komið á konsert við WAKO + Alex Ridout í skúlanum í Nólsoy tann 28. oktober!
Í heyst fer norsk/føroyska jazzkvartettin Wako á konsertferð við prísvinnandi enska trompetleikaranum Alexandru Ridout. Saman forma tey eina hartsláandi kvintett, ið ber tankar móti Blue Note plátum frá 50-60’unum og norðurlendskum jazzi a’la Jan Garbarek og Masqualero.
Fremst á pallinum spinna Alexandra og Martin Myhre Olsen (saxofon) linjur, sum fáa oyruni at dansa, Kjetil Mulelid (klaver) í miðjuni gandar tølandi, kontrapunktiskar figurar fram, og í bakgrundini eru teir drivnu og samanspældu kompararnir Simon Albertsen á trummum og Bárður Poulsen á bassi.
Kom og hoyr Wako + Alex Ridout á konsertferð, og uppliv kensluna av at lurta eftir kollveltandi post-boppi í einum New York klubba í 50’unum!
Alexandra Ridout – trompet
Martin Myhre Olsen – saksofon
Kjetil Mulelid – klaver
Bárður Reinert Poulsen – bass
Simon Olderskog Albertsen – trummur
Atgongumerki á kr. 100 kunnu keypast í hurðini
Bústaður
Skúlin í Nólsoy
46 Í Geilini
Streymoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar