Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

WAKO + Alex Ridout í Listasavninum á Sandi

Jazzkvintett við limum úr Føroyum, Noregi og Stórabretlandi

Komið á konsert við WAKO + Alex Ridout í listasavninum á Sandi tann 27. oktober!

Í heyst fer norsk/føroyska jazzkvartettin Wako á konsertferð við prísvinnandi enska trompetleikaranum Alexandru Ridout. Saman forma tey eina hartsláandi kvintett, ið ber tankar móti Blue Note plátum frá 50-60’unum og norðurlendskum jazzi a’la Jan Garbarek og Masqualero.

Fremst á pallinum spinna Alexandra og Martin Myhre Olsen (saxofon) linjur, sum fáa oyruni at dansa, Kjetil Mulelid (klaver) í miðjuni gandar tølandi, kontrapunktiskar figurar fram, og í bakgrundini eru teir drivnu og samanspældu kompararnir Simon Albertsen á trummum og Bárður Poulsen á bassi.

Kom og hoyr Wako + Alex Ridout á konsertferð, og uppliv kensluna av at lurta eftir kollveltandi post-boppi í einum New York klubba í 50’unum!

Tann 27. oktober kl 20 spæla tey konsert í Listasavninum á Sandi, har tað flotta klaverið verður at hoyra.

Alexandra Ridout – trompet
Martin Myhre Olsen – saksofon
Kjetil Mulelid – klaver
Bárður Reinert Poulsen – bass
Simon Olderskog Albertsen – trummur

Atgongumerki á kr. 100 kunnu keypast í hurðini.

Bústaður

Sandur Art Gallery

Áarbøur 11

Sandoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar