Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Ullakvøld
í Spinnarínum
Hóskvøld er ullakvøld! Og aftur í vetur ert tú vælkomin til ullakvøldini hjá Áhugafelagnum Spinnaríið.
Fyrsta ullakvøldið verður hósdagin 22. oktober, og síðani halda tey fram hvønn hósdag heilt fram til páskir. Tó ikki í jólafrítíðini hjá skúlunum. Dyrnar lata upp klokkan 17, og tú ert vælkomin at vera til klokkan 21 á kvøldi.
Ullakvøldini hittast vit til at virka føroyska ull. Vit nappa, karða, spinna, binda o.a. Øll eru vælkomin. Tær nýtist ikki at duga nakað áðrenn, tí okkum dámar væl at deila gleðina og tað, ið vit duga. Tó er eingin skipað undirvísing.
Áhugafelagið eigur bæði ull (til sølu) og amboð (nýtsla íroknað prísinum), og tú ert eisini vælkomin at taka tína egnu (føroysku) ull og tíni egnu (ullavirkis)amboð við. Áhugafelagið bjóðar eisini kaffi og smákakur
Eins og í fjør kostar tað 100 krónur fyri at vera við eitt kvøld, men nú ber eisini til at keypa árshald. Fyri 800 krónur fært tú atgongd til øll ullakvøldini, sum verða í vetur. Tú kanst gjalda á staðnum.
Síggjast!
Bústaður
Spinnaríið
Klingrugarður 1
Norðoyggjar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar