Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Skriva jólakort og kom í jólahýr
Kom og skriva jólakort í heimligari jólastovu á Skála
Stovan er pyntað til jóla, og tað einasta sum manglar eru jólakortini.
Kom og verð við til eina hungaliga jólaløtu, har vit gera og skriva jólakort saman. Íblástur kann fáast við at lesa gomul jólakort og síggja hvussu tey síggja út.
Annbritt Jacobsen og Olga Maria Djurhuus vera har og vegleiða so tú kanst gera títt egna jólakort, eisini verður hugnað um við drekkamunni.
Møguligt verður eisini at fáa eitt jólakort at skriva á um man heldur vil tað.
Prísurin er kr. 250, íroknað er vegleiðing, tilfar til eitt jólakort, porto, kaffi, te og køkur.
Vit gleða okkum at síggja teg til eina hugnaliga jólaløtu saman!
Bóka við at ringja ella skriva til Olgu Mariu á +298 288399 ella til Annbritt á +298 260962
Bústaður
Skála
113 Skálavegur
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar