Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Reyði tráðurin – Javnaðarflokkurin 100 ár

BÓKADAGAR 2026: Útgávutiltak

Javnaðarflokkurin verður 100 ár. Í hesum sambandi gevur flokkurin út greinasavn, har 24 høvundar fara aftur um hendingar og persónar í søgu floksins. 
Við greinum, vangamyndum og nógvum myndum verður ein øld av politiskari søgu latin upp. Hetta er søgan um hugsjónir og vald. Um sigrar og ósigrar. Um menniskju, sum vildu broyta samfelagið – og sjálv vórðu broytt av tí.
Í 100 ár hevur Javnaðarflokkurin verið reyði tráðurin í føroyskum politikki. Reyði tráðurin sigur ikki alla søguna. Men hann hjálpir okkum at skilja hana.
Teir 24 høvundarnir, sum hava skrivað tær 26 greinarnar í savninum, eru: Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Barbara Gaardlykke Apol, Benny Ernstsson Lervig, Bergur Berg, Bergur Djurhuus Hansen, Eyðgunn Samuelsen, Fróði Jacobsen, Gestur Hovgaard, Hans Andrias Sølvará, Hans Jørgensen, Helgi Eidesgaard, Ingibjørg Berg, Ivan Hentze Niclasen, Jens Arni Leo Hammerfoss, Jens Pauli Nolsøe, Jóhann Mortensen, Jóna Ólavsdóttir, Kári Jespersen, Kristianna Winther Poulsen, Páll Nolsøe, Rigmor Restorff Dam, Sjúrður Skaale, Turið Nolsøe og Uni Holm Johannesen.
Aksel V. Johannesen, sigur nøkur orð, og teir báðir ritstjórarnir, Rigmor Restorff Dam & Helgi Eidesgaard, greiða frá verkætlanini. Eisini verða umboð fyri høvundarnar til staðar. 
Fyriskipari: Javnaðarflokkurin

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur