Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Náttarklubbin: Mathias Mesteño & Dagmar
Keypmannahavn-klublegendan Mathias Mesteño vitjar Náttarklubban 23. oktobur.
🎵 Mathias byrjaði at diska, sum einans 13 ára gamal, og fyrst í 90'unum miksaði hann alt frá Hip Hop, Disco og Latinamerikanskan tónleik.
Talenti hjá unglinginum var ikki at taka feil av, og tað náddi sítt hæddarpunkt tá hann bleiv bjóðaður á konsertferð við einum av størstu hip-hop bólkunum í Danmark, sum teirra konsertferða- og studio-DJ, samstundis, sum hann kappaðist í DJ-kappingum og scratch battles runt allan heimin.
Hann flutti seinni eyguni yvir í house tónleik, og gjørdi long, ómakaleys miks av House, Techno og Disco.
Í 7 ár var hann resident DJ á legendariska Vega í Keypmannahavn, meðan hann flutti adressu millum Toronto og London. Fyrst í 2000 fór hann at útgeva tónleik á plátufeløgum í Berlin og London, og tað førdi til fleiri konsertferðir á altjóða náttklubbum, sum Cream, Tresor, Fabric, Watergate og Panorama Bar.
Í dag hevur Mathias síni egnu mánaðarligu kvøld í Keypmannahavn, sum eru ætlað latín og disco. Hansara eklektiski, orkufulli, jacking stílur miksar Disco, Gospel House, Latin Freestyle, Chicago booty og alt tað ímillum, miksa við kendum acapellas, so vænta tað óvæntaða 🎵
Tá Dagmar er aftanfyri pultin, so veist tú, at tú ert í góðum hondum.
Hon spælir pumpandi tónar og pulserandi rytmur, sum fara beint inná bein!
Dagmar kann taka teg allar vegir, men hetta kvøldið, fer hon ikki at spilla tíðina! Vegurin gongur beint út á dansigólvið.
Bústaður
Havnar Klubbi
6 Tinghúsvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar