Oyrarbakki-Tjørnuvík
Ein vakur túrur frá Magn á Oyrarbakka til Tjørnuvíkar
Lýsing av túrinum
Túrurin byrjar við Magn á Oyrarbakka. Tit súkkla tvørtur um brúnna og halda leiðina fram gjøgnum Nesvík, Langasand og Haldórsvík. Túrurin endar í Tjørnuvík – bygdini, sum er ovast á listanum hjá flestøllum ferðafólkum.
Í Tjørnuvík er annað enn sandurin. Onkur skuldi havt sagt, at bygdin er tiltikin fyri góðar vafflur. Tit kunnu eisini síggja fornminni frá víkingatíðini, sum vórðu grivin út í 1950'unum. Norðan fyri bygdina er Tjørnuvíksstakkur, og á sumri ber til at ferðast út í stakkin í rennistrongi. Tað eru eisini mong, ið ganga bygdagøtuna úr Tjørnuvík til Saksunar.
Tjørnuvík var kirkjubygd í gomlum døgum, og gingu saksuningar og víkarfólk hagar í kirkju. Í 1856 fingu tey kirkju í Haldórsvík, og tá varð kirkjan í Tjørnuvík tikin sundur. Haldórsvík vaks nógv um tað mundið, tí har var fiskiídnaður, og har var gott at rógva út. Gudstænastur vórðu ikki hildnar í Tjørnuvík aftur fyrr enn í 1937.
Íblástur / aðrar leiðir
Tit kunnu eisini gera eitt rend í Haldórsvíkar kirkju, sum Carl Vilhelm Prytz hevur teknað við íblástri frá kirkjuni í Frederiksberg í Danmark. Per í Nesinum bygdi kirkjuna, men fígging manglaði, so kirkjan varð ikki so høg, sum annars var ætlað. Kirkjan varð vígd í 1856, og tá var sjálvur V. U. Hammershaimb hjástaddur. Kirkjan varð bygd um í 1932, so at hon samsvaraði við upprunatekningarnar.
Hæddarlýsing
Túrurin frá Magn til Haldórsvíkar er meira ella minni eftir sløttum. Síðan hækkar so líðandi upp í knappar 100 metrar, áðrenn leiðin gongur oman í Tjørnuvík.
Er túrurin barnavinarligur?
Hóskar seg til børn, ið eru eldri enn 15 ár, um vaksin eru við.
Hvussu er at súkkla?
Góður, asfalteraður vegur allan túrin.
Góð ráð
Tað er ikki býtt at hava okkurt gott við – eina fløsku við vatni og kanska okkurt søtt. Havið í huga, at á sumri eru nógvir bilar.