Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Jólamót hjá Trúhamar
Skipað verður fyri styrkilyftingkapping og endurstovnandi aðalfund hjá Trúhamar
Trúhamar skipar fyri Styrkilyftingkapping (Powerlifting) og endurstovnandi aðalfund í Íðka í Klaksvík.
Dagurin byrjar við innvigan av luttakarum kl 12. kl 14 byrjar styrkilyftingkapping fyri menn og kvinnur. Kappast verður í IPF-stigum fyri ávíkavist menn og kvinnur, reglusettið verður í tráð við IPF reglunum https://fss.fo/styrkilyfting-reglugerd/.
Tá kappingin er av, verður aðalfundur við tí endamálið at fáa endurstovna og manna eina arbeiðsføra nevnd fyri styrkifelagið Trúhamar, sum skal virka fyri menning av styrkiítróttargreinunum í norðaru helvt av Føroyum.
Júst hvussu skráin kemur at síggja út avhongur av tilmeldingartalinum.
Tilmelding til kappingina sker við at skriva til Róa á rhjaltalin@hotmail.com.
Øll kunnu luttaka, øll kunnu lyfta í felag og øll fáa ágóðan.
Bústaður
Íðka
38 Bøgøta
Norðoyggjar
Hetta tiltakið er skipað av
Rói Hjaltalin v.f.
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis