Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Sauna- og kaldbaðsuppliving við sjógvin í Føroyum

Saunagos við gosmeistara í Føroya einastu sveittahyttu, mitt í føroysku náttúr.

Sauna- og kaldbaðsuppliving við sjógvin í Føroyum

Hetta bjóða vit
Saunagos við gosmeistara í Føroya einastu sveittahyttu, mitt í føroysku náttúruni. Ein sansalig uppliving við andadráttarvenjingum, hita, kulda, angandi oljum og róligum tónleiki – við møguleika fyri at køla kroppin niður í køldu kørunum ella taka eitt frískligt dýpp í kalda Atlantshavinum.

Standardgos
60 min | 200 kr. pr. luttakarir og pláss er fyri 22 luttakarum
Vit byrja hvørt saunagos við einari stuttari andadráttarvenjing, sum skapar ró og nærveru.
Okkara gosmeistari leiðir teg síðani ígjøgnum tríggjar saunarundir, har hiti, kuldi, angandi eteriskar oljur og huglagsskapandi tónleikur geva tær eina serstaka uppliving fyri kropp og sinn.
Millum rundurnar kanst tú køla teg niður í sjónum ella í okkara køldu kørum og njóta vakra umhvørvið við sjógvin og fjøllunum í Kollafirði.
Í hvíldarrúminum bjóða vit vatn, te, saltstengur o.a..
Kom og uppliv kraftina í samspælinum millum hita og kulda í hjartanum av føroysku náttúruni.

Privat saunagos fyri bólkar
75 min | Millum 10 - 22 luttakarir | 245 kr. pr. luttakara.
75 minuttir saunagos við gosmeistara frá AK-SAUNA.FO, har angandi oljur, róligur tónleikur og eyka forkelilsi fær tykkum at steðga heilt á og finna tykkara innara frið. Hóskar serliga væl til tykkum, sum ynskja at deila eina serliga uppliving saman við starvsfeløgum, vinum ella familju.

Okkara gosmeistari vegleiðir tykkum ígjøgnum 3 saunarundir á uml. 15-20 minuttir, har vit hava víðkaðar andadráttsrørslur. Millum rundurnar kanst tú køla teg niður á sjónum ella í okkara køldu kørum og njóta vakra umhvørvið við sjógvin og fjøllunum í Kollafirði.

Eisini verða tit forkelaði eitt sindur eyka við andlitsmasku og saltskrubb til kroppin.

Minimumsgjald á 2.450 kr. pr. bóking.

Bústaður

438W+56R, Við Sjógv, Kollafjørður 410, Færøerne

Streymoy

Lýsing

Rúmføri: Upp til 20 gestir

Aldursmark: 16 ár

Hentleikar

  • Ábit
  • WC
  • Kortgjald
  • Møguligt at bíleggja pláss
  • Parkering
  • Bólkar