Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
OCEAN EXPERIENCES
Far á RIB-bátatúr og síggj stórslignu Norðoyggjarnar frá sjónum
Ocean Experiences í Klaksvík tekur teg við út á sjógv at síggja Norðoyggjarnar úr einum heilt øðrum sjónarhorni. Við skjótgangandi RIB-bátum verður siglt tætt at brøttum bjørgum, gjáum og sermerktum støðum, sum best síggjast frá sjónum.
Túrarnir ganga millum annað kring Kalsoy, har tú kanst síggja Kópakonuna og sigla til Mimunarholu, og norður móti Ennibergi, einum av hægstu forbergum í Evropa. Ocean Experiences skipar eisini fyri privatum túrum og serferðum til ymisk støð í Norðoyggjum.
Túrarnir byrja vanliga á Stangaskáka í Klaksvík og eru treytaðir av veðri og umstøðum.
Bústaður
7 Stangaskákið, Klaksvík 700, Faroe Islands
Norðoyggjar
Upplatingartíðir
-
Stongt