Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Húsið við Á
Bygdarhús og samkomustaður til veitslur, skeið og tiltøk
Húsið við Á er bygdarhúsið í Porkeri og verður brúkt til veitslur, skeið og onnur tiltøk. Húsið, sum áður var møbilhandil, er bygt um til eitt nútímans bygdarhús í tveimum hæddum.
Báðar hæddirnar hava høli við borðum og stólum, og køksviðurskifti eru eisini í húsinum. Ovara hæddin hevur pláss til borðreiðing fyri umleið 80 fólkum, meðan niðara hølið rúmar umleið 40–45 fólkum. Húsið kann leigast til ymisk endamál, og møguleiki er eisini fyri, at bólkar kunnu gista.
Bústaður
6 Við Á, Porkeri 950, Faroe Islands
Suðuroy
Upplatingartíðir
-
Stongt