Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Heimablídni at Hanna's
Í hugnaliga heiminum hjá Hannu kanst tú fáa tað ið gestir kalla eina uppliving í heimsklassa.
HEIMABLÍDNI: HJÁ HANNU, SANDUR
Í hugnaliga heiminum hjá Hannu kanst tú fáa tað ið gestir kalla eina uppliving í heimsklassa.
Hanna ger góðan føroyskan mat, og veit mangt og hvat um Sand og Sandoynna. Hanna er eisini ferðaleiðari og til ber at sameina heimablídni og ein túr við ferðaleiðara, t.d. ein bygdatúr, ævintýrtúr ella túr í hagan.
MATSKRÁ
Miðmáli við kjøtsuppu, kaffi og te er við í prísinum: 220 kr. fyri hvønn
Miðmáli við fiskasuppu, kaffi og te er við í prísinum: 220 kr. fyri hvønn
Møguleiki er eisini at senda fyrispurning um aðra matskrá treytað av, at tað er matur úr føroyska køkinum.
BÍLEGGING
Heimablíðni hjá Hannu má bíleggjast nakað áðrenn komu, tó í seinasta lagi dagin áðrenn tit koma. Um bílagt verður stutt áðrenn komu, er ikki vist at tað ber til.
Minsta lagið 4 fólk. Mesta lagið 12 fólk.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum á [email protected] ella 222 078.
Bústaður
3 Mørkin Mikla, Sandur 210, Faroe Islands
Sandoy
Upplatingartíðir
-
Stongt