Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Føroya Grótvirki
Føroyskt basalt verður virkað til gravsteinar, flísar og borðplátur
Føroya Grótvirki í Skopun er eitt serligt grótvirki, har føroyskt basalt verður skorið, slípað og tilevnað til bæði byggitilfar og ymiskar brúkslutir.
Grótið kemur úr egna grótbrotinum í Høvdarhaga, skamt frá virkinum. Her verða stórir basaltklettar virkaðir til millum annað gravsteinar, borðplátur, flísar og durahellur.
Føroya Grótvirki er partur av altjóða ÉCONOMUSÉE-samstarvinum, sum varpar ljós á handverk og handverkssøguna. Grótvirkið gevur eitt áhugavert innlit í, hvussu føroyskt grót kann verða brúkt og virkað.
Set teg í samband við virkið frammanundan, um tú ynskir at vitja.
Bústaður
Tormansvegur 36
Sandoy
Upplatingartíðir
-
Stongt