Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Bygdasavnið Forni
Uppliv føroyskt gerandislív og handilslív frá farnum tíðum
Bygdasavnið Forni á Glyvrum hevur eitt fjølbroytt savn av lutum, sum geva innlit í føroyskt gerandis- og arbeiðslív fyrr í tíðini.
Í roykstovuni eru nakrir av elstu lutunum á savninum, millum annað gomul húsarhaldsamboð, træsmiðjuamboð og fiskiamboð. Aðrastaðni í húsunum ber til at síggja eina stovu við møblum frá 1874, eitt kamar við gamlari song og vøggu og ein køk við gomlum køksamboðum.
Á loftinum er eisini ein gamal handil við skivu og skuffudiski frá 1935. Handilin hevur uppruna í Søldarfirði og hevur fleiri áhugaverdar lutir, millum annað eina gamla kaffimyllu, mjólkadunkar og petroleumpumpu.
Uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar er opið eftir avtalu. Einki atgongugjald er.
Bústaður
Glyvravegur 14
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt